Tillukku SÍ
- Detaljer

Seks av leikarunum á besta kvinnuliðnum hjá SÍ, sum vann greipuna, t.v.s. bæði FM-heitið og steypakappingina í flogbólti, ganga á Miðnámi í Vestmanna.
Tær eru fremst frá vinstru: Janna, Jórunn, Sólfríð, Josefina, Sissal og Inga.
Inga er áleypari og verjuleikari (kantur), Sissal er áleypari (diagonal), Janna er hevari, Jórunn er áleypari (miðja), Sólfríð og Josefina eru verjuleikarar (libero).
Hinar á liðnum eru aftast frá vinstru: Malan Maria, Eva Gunn, Tóta, Katla, Juliia, Sofía, Maria Sarita og venjarin Rajko.
Álvur Haraldsen tók myndina beint eftir at SÍ hevði vunnið sera spennandi gullsettið um FM-heitið móti Drátti leygardagin 3. apríl. Vit ynskja SÍ hjartaliga tillukku við greipuni.
Fleiri av kvinnunum hava eisini vunnið nógv við yngru deildunum m.a. G16, G19 og unglingum.
Av tí at so gott bussamband er millum Vágar og Vestmanna, eru í løtuni umleið helvtin av næmingum á skúlanum úr Vágum.