Eitt av kjarnaøkjunum í verkætlanarlærugreinini tilfeingi A er framleiðsla úr náttúrutilfeingi. Frá náttúrutilfeingi til rávøru er ein partur av hesum og frá rávøru til vøru er ein annar partur av hesum.
Korn er eitt náttúrutilfeingi sum kan gagnnýtast í Føroyum. Tað er gott djórafóður, kann etast av fólki og, tá ið kornið nælir, verður tað til malt, ið kann nýtast í ølframleiðslu. Tað krevur kunnleika til korn, kveikar, lívevnafrøði og gerkyknur at bryggja øl.