Næmingar í øðrum flokki vóru fríggjadagin og vitjaðu Ólav Poulsen, sum býr á Vatnsoyrum og sum er serfrøðingur innan mikrovatnorku.
Vit fingu ein deiligan drekkamun heima hjá Òlavi og Astu, eftir at vit høvdu verið og hugt eftir smáu orkuverkunum.
Fortreytin fyri at fáa hita og streym frá einum mikrovatnorkuverki er at búgva tætt við eina á. Ein partur av vatninum verður leiddur yvir í eina vatnmyllu, sum fer at mala runt og hetta arbeiði verður til streym og hita. Eftir at hava verið ígjøgnum mylluna fer vatnið so aftur í ánna.
Eingin byrging verður gjørd og áir verða ikki turrlagdar, tá talan er um mikrovatnorku, og sostatt gerst inntrivið í náttúruna lítið.
Ætlanir um mikrovatnorkuverk eru m.a. í Kvívík, har kommunan hevur ætlanir um at fáa orku frá ánni, sum rennir ígjøgnum bygdina.