Fitt av fólki møttu til kvøldsetuna á Miðnámi í Vestmanna hóskvøldið 14. februar, har Steintór Ramussen m.a. greiddi frá um sín skaldskap og sang nakrar av sínum mongu og frálíku sangum.
Greitt varð eisini frá um skúlan og um tilfeingisbreytina, sum bæði gevur atgongd til hægri lærustovnar og universitet, men eisini gevur næmingunum gott innlit í tað føroyska náttúrugrundarlagið. Tilfeingisbreytin verður bara boðin út á Vestmanna, og er tann einasta breytin í gymnasialu breytaskipanini frá 2013, sum hevur eitt føroyskt virðisgrundarlag.