Fyrrapartin ídag slógu næmingar og lærarar tunnu omafyri skúlan, sum siður hevur verið seinastu nógvu árini. Jógvan Sigurd Hattarstein í 1. flokki gjørdist kattakongur í ár.

Tá tunnuslátturin var av, fingu øll føstlávintsbollar og heitt kakao í kantinuni á skúlanum.

Tunnusling 2019 2

Tunnusling 2019 3

Tunnusling 2019 4

Lærarar til Miðnám í Vestmanna

Miðnám í Vestmanna søkir lærarar at byrja á skúlanum 1. august 2019 í hesum lærugreinum:

Alisfrøði C- og B-stig (3+5 t/v), enskum B- og A-stig (7,5+5 t/v), evnafrøði B-stig (7,5 t/v), ítrótti og heilsu C-stig (3 t/v), lívfrøði B- og A-stig (7,5+5 t/v), fyriskipan C-stig (3 t/v), samfelagsfrøði C-stig (3 t/v), samskiftistøkni C-stig (3 t/v) støddfrøði B- og A-stig (10+5 t/v), søgu C-stig (3 t/v), tilfeingisfrøði B-stig (12,5 t/v) og tilfeingi A-stig (10 t/v).

Umsóknir við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 3. apríl kl. 12.

Les meira...

Virksemiskalendari
  
Dagført:

Myndasavn

   

Nýbrot

NýbrotTveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.

Hoyr sending...

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

Við Tórði á túri

tordi a turiTórður Mikkelsen vitjar skúlan.

Hoyr sending...

360 mynd

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...