Fyrrapartin ídag var trongligt í fyrilestrarsalinum á Miðnámi í Vestmanna, tí skúlin hevði vitjan av so nógvum fólkum uttanífrá. Tveir flokkar frá Herning Gymnasium við 56 næmingum og lærarum vóru á vitjan, umframt ein flokkur við næmingum á Glasir og okkara egnu næmingar. Ætlanin var, at Pál Weihe skuldi halda fyrilestur á skúlanum við heitinum “Havdálking og fólkaheilsa”, men av tí at Pál er staddur í USA, helt Maria Skaalum Petersen fyrilesturin ístaðin.

Næmingarnir úr Herning høvdu frammanundan gjørt royndir á starvsstovuni saman við okkara næmingar, har evnið eisini snúði seg um dálking. Næmingarnir kannaðu, hvussu ymisk dálkandi evni í náttúruni ávirkar lívføri hjá mýggjabitalarvum.

HerningSem01

HerningSem02

HerningSem03

Lærarastarv - endurlýsing

Miðnám í Vestmanna sóknast eftir lærara at byrja á skúlanum 1. august 2019 í lærugreinini tilfeingisfrøði B-stig (7,6 + 5 undirvísingartímar um vikuna).

Umsóknir við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 6. mai.

Les meira...

Virksemiskalendari
  
Dagført:

Myndasavn

   

Nýbrot

NýbrotTveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.

Hoyr sending...

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

Við Tórði á túri

tordi a turiTórður Mikkelsen vitjar skúlan.

Hoyr sending...

360 mynd

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...