Áhugin er sera stórur at útbúgva seg sum ferðaleiðara í Føroyum. Mikudagin í hesi vikuni byrjaðu 25 fólk á einum nýggjum ferðaleiðaraskeiði á Miðnámi í Vestmanna. Skúlin lýsti eftir umsøkjarum undan summarfrítíðini, og 37 umsøkjarar søktu um at byrja á skeiðnum.

Nýggja skeiðið er umleið 200 tímar tilsamans, og teoretiska frálæran er skipað hvørt mikukvøld á Miðnámi í Vestmanna. Skeiðið er annars býtt upp í hesar tríggjar partar: Ein vitanarpart um Føroyar sum ferðamannaland, ein praktiskan part við venjingum og ein verkætlanarpart, har næmingarnir skulu skriva eina sjálvstøðuga verkætlan í mai 2020. Verkætlanin er samstundis grundarlag fyri endaligu próvtøkuni.

Í fyrraárið skipaði Miðnám í Vestmanna skipaði eisini fyri einum ferðaleiðaraskeiði, og tá fingu 19 fólk prógv sum ferðaleiðarar. Fleiri av hesum hava síðan arbeitt sum ferðaleiðarar part av árinum.

Virksemiskalendari
  
Dagført:

Myndasavn

Matur til skúlar

   

Næmingar taka upp

Í tilfeingisfakinum á Miðnámi í Vestmanna sleppa næmingarnir eisini at royna seg úti í náttúruni og í tí veruliga lívinum. Hendan morgunin tók 2. flokkur eplini upp, sum tey settu niður í vár, tá tey gingu í 1. flokki.

Nýbrot

NýbrotTveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.

Hoyr sending...

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

Við Tórði á túri

tordi a turiTórður Mikkelsen vitjar skúlan.

Hoyr sending...

360 mynd

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...