2. flokkur á Miðnámi í Vestmanna fara at hava tombola, bilvask, kaffisølu og barnabio 14. september frá kl. 16:00.

Tiltakið verður her á skúlanum og øll eru hjartaliga vælkomin.

Tveir filmar verða sýndir
Den gode dinosaur verður sýndur kl. 16:00.
Dumbo verður sýndur kl. 18:00

Prísir:
Bilvask: uttan 250 kr, innan 150 kr og 350 kr fyri bæði uttan og innan.
Barnabio: 50 kr og tað er við popcorn og sunkist.
Kaffisøla: kaffi og te 10 kr, kaka 10kr, vafla v/ róma og súltutoy 20 kr.
Tombola: 5 kr stk

Minnist til at hava reiðan pening við.

Peningurin fer til okkara námsferð til Edinburgh í heyst.

Tað hevði glett okkum at sæð tykkum til eina hugnaliga løtu🥳

Virksemiskalendari
  
Dagført:

Myndasavn

Matur til skúlar

   

Næmingar taka upp

Í tilfeingisfakinum á Miðnámi í Vestmanna sleppa næmingarnir eisini at royna seg úti í náttúruni og í tí veruliga lívinum. Hendan morgunin tók 2. flokkur eplini upp, sum tey settu niður í vár, tá tey gingu í 1. flokki.

Nýbrot

NýbrotTveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.

Hoyr sending...

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

Við Tórði á túri

tordi a turiTórður Mikkelsen vitjar skúlan.

Hoyr sending...

360 mynd

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...