Frá mánadegnum 16/3 og fjúrtan dagar fram, verður ongin vanlig skúlagongd á Miðnámi í Vestmanna.
Fyri næmingar verður skipað fyri fjarlestri næstu fjúrtan dagarnar meðan ongin vanlig skúlagongd er, og allir tímar í tímatalvuni uttan tímarnir í lestrarmenning og ítrótti og heilsu verða lisnir.
Allar ætlaðar innlatingar skulu somuleiðis latast inn og skrásetast næstu fjúrtan dagarnar meðan ongin vanlig skúlagongd er.
Heitt verður á næmingar um at fylgja væl við boðum um nýggjar skrivliga innlatingar frá lærarum.
Skúlin verður opin ímillum 8.00 og 15.00 allar fjúrtan dagarnar og leiðslan á skúlanum kann hittast á skúlanum ella á tlf 424573, 210479 ella 210496. Næmingar kunnu brúka skúlan meðan hann er opin, men tó ikki fleiri enn 10 í senn.
Um tørvur er á hjálp við telduavbjóðingum í samband við fjarlesturin ber til at senda telduvørði skúlans ein teldupost á Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den.
Lestravegleiðarin hjá 1 og 2 flokki eru somuleiðis tøkur á tlf. 219993 og lestrarvegleiðarin hjá 3 flokki á 279018 í vanligari arbeiðstíð.
Heitt verður á allar næmingar, í tíðarskeiðnum ongin vanlig skúlagongd er, í stórst møguligan mun, at halda seg heima og vera skilagóð.