Nú byrjar enn eitt skúlaár á Miðnám í Vestmanna.
Eg fari fyrst at ynskja tykkum hjartaliga vælkomin aftur í skúla. Vónandi hava tit havt eina góða summarferiu hóast umstøðurnar hava verið avmarkandi fyri okkum øll.
Orsaka av íkomnu coronastøðuni eftir ólavsøku er fyrsta vikan av skúlaárinum øðrvísi, enn hon plagar at vera og øðrvísi enn nýggju næmingarnir fingu fráboðan um í svarskrivinum, tá tey vóru tikin upp.
1. flokkur møtir mánamorgunin 17/8 kl 10:00 á Miðnám í Vestmanna. Skipað verður fyri innleiðslu fyri teimum í Vestmanna frá mánadegnum til mikudagin. Ætlaði túrurin til Tjørnuvíkar er avlýstur!
2. og 3. flokkur møta mikudagin 19/8 á netfundi í Google Meet, sum leiðslan kallar inn til. 2. flokkur kl 10:00 og 3. flokkur kl 11:00. Fjarundirvísing sambært tímatalvu er hósdagin 20/8 og fríggjadagin 21/8.
Magnus Gaard
Rektari