Í komandi viku, verður øll undirvísing á Miðnám í Vestmanna í skúlanum!
Um nakar er smittaður, ella í sóttarhaldi, skal viðkomandi sjálvandi ikki koma í skúla.
Tilmælini frá myndugleikunum eru framvegis tey somu. Vit skulu ansa eftir hvørjum øðrum, halda fjarstøðu og hava gott reinføri. Harafturat hava vit á skúlanum fingið boð um, at flokkarnir skulu vera hvør sær í tann mun tað ber til.
Vit hava býtt skúlan sundur í trý øki frá mánamorgni 24/8, eitt til hvønn flokk. Í hvørjum øki verður undirvísing umframt, at ketil, kaffimaskina, mikroovnur og køliskáp eisini er í hvørjum øki.
Á wc´inum verða tvey wc til hvønn flokk. Alt er markera og skelta upp, tá tit møta mánamorgunin.
Tit hava hvør sína inngongd og útgongd, tá tit koma og fara í skúla eisini - sí kort.
Lærarar brúka høvuðsinngongdina og wc´i í læraraøkinum.
Um vit øll hjálpast at og virða mørkini, sum verða sett upp ber til hjá okkum at halda tilmæli frá myndugleikunum. Tí fari eg at heita á tykkum um at vísa góðan atburð, virða tilmæli og mørk og halda fjarstøðu.