Enn er ikki komið á mál at fyrireika eina nýggja ferðavinnuútbúgving á Miðnámi í Vestmanna, sum arbeitt hevur verið við í eina tíð, og sum ætlanin var at seta í verk á sumri 2019. Higartil hevur verið arbeitt fram ímóti at seta nýggja útbúgvingina á stovn eftir íslendskum leisti, men enn hevur hetta ikki borið á mál.

Ætlanin við nýggju útbúgvingini er at geva teimum lesandi teoretiskar og praktiskar førleikar, so tey eru væl ílatin at arbeiða innan føroysku ferðavinnuna. Sum dømi kunnu nevnast førleikar innan tænastuveiting, at fyrireika og fyriskipa ymisk ferðavinnutiltøk og at skipa eina burðardygga ferðavinnumenning. Málbólkurin eru fólk við gymnasialari miðnámsútbúgving, sum eru 20 ár og eldri, og sum ynskja at arbeiða innan føroyska ferðavinnutænastuna.

Sjálvt um tað ikki er komið á mál við nýggja útbúgvingini, so er ætlanin ikki slept. Vónandi fer at bera til at bjóða nýggju útbúgvingina út at byrja á sumri 2020.

Samskipari av ferðavinnuútbúgvingini er Annika L. Black, Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den., tlf. 225215.

Samskipari av ferðavinnuútbúgvingini

Annika Larsen Black

 annika larsen black

alb@miv.fo

+ 298 225215