Hátíðarløta fyri Jákupi
- Detaljer

Nógv fólk var møtt, at hátíðarhalda Jákup Andreasen, nú hann eftir trúgva tænastu hevur valt at leggja frá sær sum stjóri á Miðnámi í Vestmanna. Jákup hevur verið stjóri á skúlanum í 31 ár.
Vinir, familja, fyrrverandi lærarar og næmingar, Føroya løgmaður, aðalstjórin í Uttanríkis og Mentamálarráðnum og borgarstjórin í Vestmanna vóru ímillum tey mongu, sum vóru møtt at heiðra Jákup. Ein sera hátíðarlig løta.