TOMBOLA, BILVASK og BARNABIO
- Detaljer
2. flokkur á Miðnámi í Vestmanna fara at hava tombola, bilvask, kaffisølu og barnabio 14. september frá kl. 16:00.
Tiltakið verður her á skúlanum og øll eru hjartaliga vælkomin.
2. flokkur á Miðnámi í Vestmanna fara at hava tombola, bilvask, kaffisølu og barnabio 14. september frá kl. 16:00.
Tiltakið verður her á skúlanum og øll eru hjartaliga vælkomin.
Áhugin er sera stórur at útbúgva seg sum ferðaleiðara í Føroyum. Mikudagin í hesi vikuni byrjaðu 25 fólk á einum nýggjum ferðaleiðaraskeiði á Miðnámi í Vestmanna. Skúlin lýsti eftir umsøkjarum undan summarfrítíðini, og 37 umsøkjarar søktu um at byrja á skeiðnum.
Í gjár byrjaðu 25 eldhugaði fólk á einum nýggjum ferðaleiðaraskeiði, sum Miðnám í Vestmanna skipar fyri í vetur. Áhugin fyri at gerast ferðaleiðari, og eftirspurningurin fyri ferðaleiðarum, er støðugt vaksandi. Væntandi verða allir hesir ferðaleiðararnir klárir at fara til arbeiðis næsta summar.
Ídag byrjaðu 20 nýggir næmingar á tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna - 13 gentir og 7 dreingir. Umleið helvtin av næmingunum koma úr Vágum, meðan hini koma úr ymsum øðrum bygdum.
Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.
Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.