Tíðindi

< Skúlagongdin byrjar aftur
13.08.2017 21:58 Aldur: 69 days

Ferðaleiðaraskeið byrjar 6. sep.


Nú er klárt at søkja ferðaleiðaraskeiðið í Vestmanna

Fyrireikingarnar til ætlaða ferðaleiðaraskeiðið, sum Miðnám í Vestmanna skipar fyri í vetur, eru komnar so væl áleiðis, at nú ber til at søkja um upptøku á skeiðnum. Skeiðið er umleið 200 undirvísingartímar, har umleið tveir triðingar eru ástøðilig undirvísing. Seinasti triðingurin er skipaður sum vistarskeið, vitjanir og túrar.

Skeiðsrøðin byrjar tann 6. september í ár og endar í mai 2018. Ástøðiliga undirvísingin á skeiðnum verður mikukvøld frá kl. 18.15 til 21.30, meðan tann praktiski parturin verður skipaður í vikuskiftum. Skeiðsluttakarar hava møtiskyldu, og skeiðið endar við próvtøku.

Treytin fyri upptøku er, at umsøkjari er fyltur 21 ár, tá skeiðið byrjar. Harumframt skulu umsøkjarar prógva góðan málsligan førleika í einum ella fleiri fremmandamálum, sum í minsta lagi skal vera á B-stigi í gymnasialu miðnámsskipanini. Í ávísum føri kann umsøkjari tó verða tikin inn við grundarlagi í eini upptøkusamtalu.

Umsóknarblaðið til ferðaleiðaraskeiðið er talgilt, og er at finna á hesi leinkju: innskriving.fo.

Har verður tað útfylt og sent saman við neyðugum fylgiskjølum. Umsóknarfreistin er mánadagin 28. august kl. 12.

Á Miðnámi í Vestmanna hava tey merkt stóran áhuga fyri skeiðnum, sum ferðavinnan eisini sigur seg hava stóran tørv á.