Tíðindi

< Ferðaleiðaraskeið byrjar 6. sep.
19.08.2017 11:56 Aldur: 64 days

Nýggjur flokkur á Miðnámi í Vestmanna


Mánadagin 14. august byrjaði ein nýggjur 1. flokkur á tilfeingisbreytini á Miðnámi í Vestmanna. Longu dagin eftir fóru tey samansjóðingarferð til Tjørnuvíkar, har tey hildu til í bygdarhúsinum til út á seinnapartin dagin eftir. Í Tjørnuvík vóru stundir til bæði gaman og álvara. Næmingarnir spældu ymisk spøl  á spælivøllinum í bygdini og niðri á sandinum. Lestararvegleiðarin hjá flokkinum, Rannvá Mortansdóttir, var við á túrinum, og hon brúkti ein part av tíðini at kunna um lestur og lestrarstuðul og ymiskt annað, sum hevur við lestrarvegleiðingina at gera.