Tíðindi

< Nýggjur flokkur á Miðnámi í Vestmanna
23.08.2017 18:20 Aldur: 115 days

Útferð til Glinsból


Í góðveðrium týsdagin 22. august fóru næmingar og lærarar á Miðnámi í Vestmanna ein túr niðan í Glinsból.

Gingið varð frá skúlanum og eftir vegnum niðan móti byrgingunum hjá SEV í Fonsdali. 

Áráka Glinsból varð leiðin løgd oman gjøgnum bøin niður í Glinsból og til stóra hylin í Fossá.

Har sótu vit og hugnaðu okkum eina løtu. Nøkur fingu sær ein drekkamunn og ótu matpakkan.

Síðan gekk leiðin longur niðan til niðaru byrgingina hjá SEV á Lómundaroyruni, áðrenn gingið varð oman aftur á skúlan.

Her eru nakrar myndir frá túrinum.