Miðnám í Vestmanna skipar fyri nýggjum ferðaleiðaraskeiði, sum byrjar í seinnu helvt av august 2020 og endar í mai 2021. Endamálið við skeiðnum er, at lesandi eftir lokið skeið skulu kunna virka sjálvstøðugt sum ferðaleiðari og vera við í tvørfakligum samstarvi.

Ferðaleiðaraskeiðið er sett saman av kravdum lærugreinum í skeiðspørtum umframt endaligari verkætlan. Undirvísingin er skipað sum teoretisk og praktisk undirvísing í tilsamans umleið 200 undirvísingartímar. Tríggir fjórðingar er teoretisk undirvísing við floksundirvísing, fyrilestrum og bólkaarbeiði, meðan seinasti fjórðingurin er skipaður sum praktisk undirvísing við vitjanum, útferðum og venjingum.

Undirvísingin verður á Miðnámi í Vestmanna, mikukvøld kl.18.00 - 21.15, meðan útferðir og vitjanir verða skipaðar í vikuskiftum. Skeiðsluttakarar hava møtiskyldu, og skeiðið endar við verkætlan og próvtøku.

Treytin fyri upptøku er, at umsøkjari er fyltur 21 ár og hevur staðið gymnasialt miðnám. Umframt hetta skal umsøkjari hava góðan málsliga førleika í einum ella fleiri fremmandamálum í minsta lagi á B-stigi í gymnasialu miðnámsskipanini. Fremmandamál eru onnur mál enn tey skandinavisku málini. Í ávísum føri kann umsøkjari tó verða tikin inn við grundarlagi í eini upptøkusamtalu. 

Skeiðskostnaðurin er kr. 4.000, sum skal rindast, áðrenn skeiðið byrjar. Freistin at søkja um upptøku er týsdagin 9. juni. Umsóknarblaðið er talgilt, og er at finna á hesi leinkju: 

www.innskriving.fo

Nærri upplýsingar um skeiðið fáast við at venda sær til Anniku L. Black, útbúgvingarleiðara Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. ella á tlf. 225215

 

VIRKSEMISKALENDARI
  
Dagført:

Ferðaleiðaraskeið

Miðnám í Vestmanna skipar fyri nýggjum ferðaleiðaraskeiði, sum byrjar í august 2021 og endar í mai 2022. 

Les meira...

Myndasavn

Matur til skúlar

   

Næmingar taka upp

Í tilfeingisfakinum á Miðnámi í Vestmanna sleppa næmingarnir eisini at royna seg úti í náttúruni og í tí veruliga lívinum. Hendan morgunin tók 2. flokkur eplini upp, sum tey settu niður í vár, tá tey gingu í 1. flokki.

Nýbrot

NýbrotTveir fyrrverandi næmingar á skúlanum fremja nýbrot innan kanning av laksalús.

Hoyr sending...

Ansi eftir náttúruni!

hans meinardHans Meinhard í Eyðansstovu hugleiðir um, hvørji virði náttúran hevur í dagsins samfelag.

Hoyr sending...

Við Tórði á túri

tordi a turiTórður Mikkelsen vitjar skúlan.

Hoyr sending...

360 mynd

Tilfeingisbreytin

Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri føroysku náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.

Tilfeingisbreytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar á jøvnum føti við hinar gymnasialu breytirnar.

Les meira...