Nýtt ferðaleiðaraskeið byrjar 18. august 2021

Kundi tú hugsa tær at vita nógv um:

  • uppruna & búseting í Føroyum
  • Ólav kong & Nólsoyar Páll
  • føroyska búskapin & livigrundarlagið
  • sosiologi & matmentan
  • jarðfrøði, plantufrøði og landbúnað
  • list, burðardygd & ferðavinnu
  • og førleikar at greiða frá og siga søgur?

So er ferðaleiðarskeiðið kanska nakað fyri teg.

Miðnám í Vestmanna byrjar nýtt ferðaleiðaraskeið 18.august í 2021. Skeiðið er sett saman av skeiðspørtum umframt endaligari verkætlan. Undirvísingin er skipað sum teoretisk og praktisk undirvísing í tilsamans umleið 200 undirvísingartímar. Tríggir fjórðingar er teoretisk undirvísing við fyrilestrum, floksundirvísing og bólkaarbeiði, meðan seinasti fjórðingurin er skipaður sum praktisk undirvísing við vitjanum, útferðum og venjingum.

Undirvísingin verður á Miðnámi í Vestmanna, mikukvøld kl.17.30 - 20.45, meðan útferðir og vitjanir verða skipaðar í vikuskiftum. Næmingar hava møtiskyldu, og skeiðið endar við verkætlan og próvtøku.

Treytin fyri upptøku er, at umsøkjari er fyltur 21 ár og hevur staðið gymnasialt miðnám. Umframt hetta, skal umsøkjari hava góðan málsligan førleika í føroyskum, og einum ella fleiri fremmanda- málum í minsta lagi á B-stigi í gymnasialu miðnámsskipanini. Fremmandamál eru onnur mál enn tey skandinavisku málini, td. enskt, týskt og spanskt. Í ávísum føri kann umsøkjari tó verða tikin inn við grundarlagi í eini upptøkusamtalu.

Skeiðskostnaðurin er kr. 5.000, sum skal rindast, áðrenn skeiðið byrjar. Freistin at søkja um upptøku er 20. juni.

Umsóknarblaðið er talgilt, og er at finna á hesi leinkju: https://innskriving.fo/ferdaleidaraskeid/

Nærri upplýsingar um skeiðið fáast við at venda sær til Anniku L. Black, útbúgvingarleiðara Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. ella á tlf. 225215

FLS 01 FLS 03 FLS 02

Samskipari av ferðavinnuútbúgvingini

Annika Larsen Black

 annika larsen black

alb@miv.fo

+ 298 225215