Opna leita
Opna menu Opna menu

Stuðul

Lesandi hava rætt til peningaligan stuðul í lestrartíðini.
Lestrarvegleiðarin á Miðnámi í Vestmanna vegleiðir nýggju næmingunum um hetta við skúlaársbyrjan.

Útbúgvingarstuðul
Næmingar kunnu søkja um útbúgvingarstuðul sambært galdandi kunngerð um útbúgvingarstuðul. Næmingar søkja um útbúgvingarstuðul hjá Studna.

Bókastuðul
Næmingar kunnu søkja um bókastuðul, ið er ein ískoytisstuðul til keyp av undirvísingartilfari. Allir næmingar, ið ikki hava fylt 18 ár innan 1. august, tá skúlaárið byrjar, kunnu fáa útgoldið bókastuðul, tá skúlaárið byrjar.

Vistarhaldsstuðul
Vistarhaldsstuðulin verður latin avbygdanæmingum undir 18 ár, sum flyta til útbúgvingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda stuðulin er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimabústað og skúlan er longri enn 50 km.

Næmingar, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir, at tey eru fylt 18 ár. Tá hava hesi eisini møguleika at søkja um lán.

Fleiri onnur sløg av studningi eru, og meira kunning er at finna á heimasíðuni hjá Studna: Studni.fo.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.