Opna leita
Opna menu Opna menu

20. mars 2024

Kom nærri ungdóminum - Undirvísarar til Miðnám í Vestmanna

Hevur tú hug at undirvísa á einum spennandi, lítlum og hugnaligum miðnáms- og yrkisskúla við eini greiðari visjón um eina burðardygga gagnnýtslu av náttúrutilfeingi, so hevur tú møguleikan nú!

Miðnám í Vestmanna søkir eftir undirvísarum at byrja á skúlanum 1. august 2024 í hesum lærugreinum:

Føroyskt, tilfeingisfrøði B, tilfeingi A, støddfrøði B og A-stig , alisfrøði C og B, enskt B, evnafrøði B, ítrótti og heilsu C, lívfrøði B og A, sølubúskapi, samfelagsfrøði C, samskiftistøkni C, aling av fiski, alitøkni, burðardygg gagnnýtsla, trygd og trygdarfatan og søgu C.

Alt eftir lærugreinasamanseting kann talan verða um tímalærarar, kvotasett ella møguligt fast starv. Fyri at verða settur í fast starv, skal umsøkjari hava námsfrøðiliga útbúgving og kunna undirvísa í minst tveimum av lærugreinunum ella røkja aðrar umsitingarligar uppgávur á skúlanum.

Arbeiðsuppgávur:

  • undirvísa í viðkomandi lærugreinum

  • leggja tilrættis undirvísingargongdir

  • vera við í visjónsarbeiði skúlans

  • luttaka og skipa fyri verkætlanum, evnisdøgum/-vikum, ið skúlin skipar fyri

Vit vænta, at tú:

  • hevur útbúgving á kandidatstigi frá lærdum háskúla ella øðrum hægri lærustovni

  • ert samstarvsfús/ur og hevur evni at leggja til rættis

  • trívist við at undirvísa og vera saman við ungdómi

  • dugir at kveikja næmingarnar

  • hevur royndir at arbeiða við verkætlanum

Vit bjóða
eitt nútímans og vælvirkandi skúlaumhvørvi við framúr góðum arbeiðsumstøðum og einum positivum leiðsluhugburði til bæði næmingar og lærarar, og eisini møguleika fyri at vera við til at menna nýggjar yrkisútbúgvingar.

Setanar- og lønartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru eftir sáttmálanum millum Yrkis­felagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn:
Tú kanst søkja eitt av størvunum við at fara inn á heimasíðuni alfred.fo Um tu ikki hevur ein vanga, kanst tú lætt og skjótt stovna tær hann.
Eisini kanst senda umsókn til Miðnám í Vestmanna, Fjarðarvegur 4, 350 Vestmanna
ella við telduposti til mg@miv.fo.

Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 17. apríl 2024 kl. 12.00.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Magnus Gaard, rektara, á tlf. 210479.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki:
At undirvísa

Krøv til útbúgving og førleikar:

Í minsta lagi bachelorútbúgving er kravt at undirvísa á miðnámi.

Ágóðar við starvinum
Ungdómur og lívsgleði

 

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.