Opna leita
Opna menu Opna menu
DSC 4880

Næmingatænastur

Næmingatænastan á Miðnámi í Vestmanna fevnir um lestrarvegleiðing, orðblindatænastu, sálarfrøðitænastu og bókasavn.

Endamálið er at tryggja, at okkara næmingar og lærlingar fáa tann serfakliga stuðul, og ta vegleiðing og hjálp, sum teimum tørva, fyri at útbúgvingartíðin á MIV verður so góð sum yvirhøvur gjørligt. Somuleiðis vil næmingatænastan eisini vera við til at styrkja fakligu og sosialu menningina hjá næmingunum og at hjálpa við praktiskum spurningum.

Eru spurningar ella ivamál ber altíð til at seta seg í samband við Næmingatænastuna. Vit eru her fyri at hjálpa tær.

Lestrarvegleiðing

Les meira um Lestrarvegleiðing Les meira um Lestrarvegleiðing

Lestrarvegleiðari hjá øllum flokkum er Hans Jacob Kollslíð, hans.jacob@skulin.fo - tlf. 790370

Hans Jacob er at hitta á Næmingatænastuni:

Týsdagar kl. 12:35 – 14:15
Hósdagar kl. 11.25 – 14.15

Lestrarvegleiðingin á Miðnámi í Vestmanna veitir vegleiðing í flokkinum eins væl og persónliga vegleiðing. Til ber at tosa við lestrarvegleiðaran um skúlaviðurskifti og eisini um persónlig viðurskifti, sum ikki beinleiðis hava nakað við skúlan at gera. Lestrarvegleiðarin hevur tagnarskyldu, so tú kanst trygt venda tær til hann.

Ivast tú í:

  • hvønn studning tú hevur rætt til?
  • hvussu tú søkir studning?
  • hvørjar lærugreinar tú skalt velja annað og triðja árið?
  • hvørja útbúgving tú skalt velja aftaná miðnám?

So kanst tú venda tær til lestrarvegleiðaran.

Persónlig samrøða er altíð møgulig. Hendan kann fevna um:

  • fakligu menningina hjá næminginum
  • persónligu menningina hjá næminginum
  • trivnaðin í flokkinum
  • og annað

 

Ein samrøða kann vera stytri ella longri. Hon kann vera í fríkorterinum, matarsteðginum ella eftir avtalu.

Trivnaðarkanningar verða gjørdar 1 - 2 ferðir hvørt skúlaár, og hesar verða fylgdar upp í flokkinum og saman við hvørjum einstøkum næmingi.

Sálarfrøðingar eru eisini knýttir at skúlanum. Lestrarvegleiðingin kann vísa til sálarfrøðing, um tørvur er á tí.

Lesi- og skrivivegleiðing

Les meira um Lesi- og skrivivegleiðing Les meira um Lesi- og skrivivegleiðing

Miðnám í Vestmanna veitir næmingum og lærlingum vegleiðing og ráðgeving í at menna lesi- og skriviførleikar og veitir serliga hjálp, tá talan er um orðblindni og aðrar líknandi trupulleikar.

Í 1. flokki verða allir næmingar kannaðir í mun til lesifatan og skriviførleika, og við støði í kanningini hevur logopedurin samrøður við næmingarnar um týdningin av góðum lesi- og skriviførleikum og um, hvussu hesir førleikar kunnu stimbrast og mennast.

Tykist lesing ella skriving trupul á onkran hátt, fáa næmingar serliga ráðgeving og tilboð um t.d. talgild hjálparamboð og/ella tilboð um serligar umstøður til próvtøku.

Tey mest vanligu hjálparamboðini eru OCR-talgildir tekstir, atgongd til NOTA (ljóðbókasavn). Hesi átøk standa ikki í próvnum.

Allir næmingar eru vælkomnir at seta seg í samband við logopedin til prát, vegleiðing og ráðgeving.

Málmót v. Maybritt við Strond, mvs@malmot.fo – tlf. 21 91 90

Sálarfrøðitænasta

Les meira um Sálarfrøðitænasta Les meira um Sálarfrøðitænasta

Sálarfrøðiskipanin á miðnámsskúlunum ger næmingarnar betri førar fyri at gjøgnumføra miðnám og minka um fráfallið, hóast møguligar sálarligar forðingar og/ella avbjóðingar. Endamálið er eisini at førleikamenna vegleiðingina í skúlunum, so hon er betur før fyri at taka hond um næmingarnar, sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp.

Tilboðið er ókeypis og fevnir um upp til fimm viðgerðir við sálarfrøðingi.

Sálarfrøðingarnir eru:
Hansina Jacobsen - hansina@sernam.fo
Rigmor N. Arge - rigmor@sernam.fo 

Viðtalutíðir:
Mik. 11. sep. 2024    kl. 12:00 – 13:00
Mik. 2. okt. 2024    kl. 12:00 – 13:00
Mik. 6. nov. 2024 kl. 12:00 – 13:00
Mik. 4. des. 2024    kl. 12:00 – 13:00

Til ber eisini at gera avtalur at hitta sálarfrøðingarnar aðrar tíðir við at seta seg í samband við lestrarvegleiðingina ella skriva til sálarfrøðingarnar.

Bókasavn

Les meira um Bókasavn Les meira um Bókasavn

Á bókasavninum á Miðnámi í Vestmanna eru serliga bøkur, sum hava við lærugreinarnar á skúlanum at gera.

Barbara Marinardóttir hevur bókasavnið um hendi.
Bókasavnið er opið, tá ið skúlin er opin.

Á bókasavninum fært tú  vegleiðing og hjálp, tá tú hevur tørv á at finna rætta tilfarið, annaðhvørt tað er á bókasavni skúlans, á Landsbókasavninum ella kommunalu bókasøvnunum.

Studentaprestur

Les meira um Studentaprestur Les meira um Studentaprestur

Ann Hermansdóttir er studentaprestur á miðnámsskúlunum kring landið.

Tað kann vera avbjóðandi at vera lesandi, og nógv annað enn lesnaðurin kann fylla í gerandisdegnum. Studentapresturin kann leggja oyra til tað, sum fyllur nógv hjá næminginum.
Studentapresturin hevur tagnaskyldu, og tað er ikki nøkur treyt at hava eina kristna sannføring fyri at venda sær til hana.

Studentapresturin hevur skrivstovu á Næmingatænastuni, har sálarfrøðingarnir og lestrarvegleiðarin halda til. Studentapresturin er á Miðnámi í Vestmanna 1. mánadag í hvørjum mánaði.
Næmingar eru altíð vælkomnir til eitt prát. Eisini ber til at ringja til Ann á tlf.: +298237334 ella við at skriva til ann@kirkjan.fo.

Viðtalutíðir á heysti 2024:
Mán. 2. sep. kl. 10.00 - 14.00
Mán. 7. okt. kl. 10.00 - 14.00
Mán. 4. nov. kl. 10.00 - 14.00
Mán. 2. des. kl. 10.00 - 14.00

Hevur tú hug at vita meira um, hvat studentapresturin tekst við? Fylg henni á Instagram ella Facebook við at trýsta á ikonini.

 

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.