
Søk inn á Tilfeingisbreytina
Nú ber til at søkja um upptøku á Tilfeingisbreytina á Miðnámi í Vestmanna. Sum nakað nýtt skal umsóknin avgreiðast gjøgnum Vangan hjá Undirvísingarstýrinum.
Søk inn við at trýsta her.
Vegleiðing til innskrivingina er her.
Freistin at søkja er 15. mars 2025.
Tá tú sendir umsókn umvegis Vangan, er tað eitt krav, at tú hevur Samleikan. Um tú ikki hevur samleikan ella føroyskt p-tal, ber til at taka umsóknarblað niður her og senda tað til okkum sum bræv ella sum teldupost. Tú finnur okkara adressu og teldupostadressu niðast á síðuni. Umsøkjarir uttan føroyskt p-tal skulu skriva passnummar í umsóknarblað.