
Útbúgvingarstuðul
Lesandi hava rætt til peningaligan stuðul í lestrartíðini.
Lestrarvegleiðarin á Miðnámi í Vestmanna vegleiðir nýggju næmingunum um hetta við skúlaársbyrjan.
Útbúgvingarstudningur
Næmingar 18 ár og eldri kunnu søkja um útbúgvingarstudning sambært galdandi kunngerð um útbúgvingarstuðul. Søkt verður um útbúgvingarstuðul umvegis Vangan ella á heimasíðuni hjá Studna.
Bókastudningur
Bókastudningur verður latin lesandi, ið eru undir 18 ár við byrjan av skúlaárinum.
Vistarhaldsstuðul
Vistarhaldsstuðulin verður latin avbygdanæmingum undir 18 ár, sum flyta til útbúgvingarstaðið. Treytin fyri at fáa henda stuðulin er, at sjóvegis farleið er millum heimabústað og skúlan, ella at vegalongdin millum heimabústað og skúlan er longri enn 50 km.
Næmingar, ið verða 18 ár í stuðulsárinum, fáa stuðulin mánaðin eftir, at tey eru fylt 18 ár. Tá hava hesi eisini møguleika at søkja um lán.
Fleiri onnur sløg av studningi eru, og meira kunning er at finna á heimasíðuni hjá Studna: Studni.fo.