Opna leita
Opna menu Opna menu

Dátuverndarkunning

Á Miðnámi í Vestmanna taka vit dátutrygd og verju av persónsupplýsingum í størsta álvara, og tiltøk eru sett í verk fyri at tryggja og verja persónsupplýsingar. Ikki einans við at tryggja okkara KT-skipanir, men eisini við at verja og handfara persónsupplýsingar sambært galdandi lóggávu.

Í hesi dátuverndarkunning kanst tú lesa nærri um, hvussu vit viðgera persónsupplýsingar í okkara arbeiði og um tíni rættindi í hesum sambandi.

Endamálið við kunningini er, at tú sum viðskiftafólk - eins væl og næmingar og starvsfólk okkara - skalt kenna teg trygga/-an. Umframt hetta, at tú fært svar upp á spurningar viðvíðkjandi dátutrygd á Miðnámi í Vestmanna og viðvíkjandi rættindum í mun til okkara viðgerð av persónsupplýsingum.

Persónupplýsingar eru øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu eyðmerkja ein likamligan persón. Talan kann vera um faktuellar upplýsingar, so sum navn, bústað, aldur, teldupost og telefonnummar. Talan kann eisini vera um ymisk sløg av elektroniskum upplýsingum sum IP-adressu o.a., sum kunnu knýtast til ein likamligan persón.

Viðgerð av tínum persónsupplýsingum

Les meira um Viðgerð av tínum persónsupplýsingum Les meira um Viðgerð av tínum persónsupplýsingum

Miðnám í Vestmanna viðger persónsupplýsingar fyri at kunna útinna tær myndugleikauppgávur, sum lógin áleggur stovninum. Tað kann vera ein umsókn um upptøku, umframt aðrar uppgávur, sum stovnurin er álagdur at røkja.

Júst hvørjar upplýsingar vit viðgera, valdast endamálið við uppgávuni, sum vit skulu loysa.

Miðnám í Vestmanna skrásetir allar vanligar upplýsingar hjá næmingum, starvsfólki og viðskiftafólki annars, so sum navn, bústað, p-tal, telefonnummar og teldupost.

Tá ið næmingar søkja inn á skúlan, verður útbúgvingarynski og val av lærugrein skrásett. Eisini verða aðrar upplýsingar skrásettar í útbúgvingarskeiðnum eitt nú flokkur, frávera, met og endaligt prógv.

Hjá starvsfólki verða upplýsingar um starvsheiti, starvstíð, lønarviðurskifti, kontonummar v.m. skrásett.

Vit innsavna einans upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at vit fáa viðgjørt eitt mál.

Viðgerðarheimild
Miðnám í Vestmanna viðger persónsupplýsingar eftir eitt nú:
- løgtingslóg um miðnámsútbúgvingar, harundir upptøkukunngerðina v.m.
- løgtingslóg um innlit í fyrisitingina
- fyrisitingarlógina

Heimildin til at viðgerða persónsupplýsingar er í høvuðsheitum:
- Dátuverndarlógin § 8, stk.1, nr. 3, fyri at halda rættarligar skyldur.
- Dátuverndarlógin § 8, stk.1, nr.5 fyri at útinna myndugleikauppgávur
- Dátuverndarlógin § 12, stk. 1, nr. 2, tá talan er um viðkvæmar upplýsingar.
- Dátuverndarlógin § 16, stk.1, um persónstøl verða viðgjørd.”

Les dátuverndarlógina her.

Hvussu innsavnar Miðnám í Vestmanna upplýsingarnar um teg?

Les meira um Hvussu innsavnar Miðnám í Vestmanna upplýsingarnar um teg? Les meira um Hvussu innsavnar Miðnám í Vestmanna upplýsingarnar um teg?

Miðnám í Vestmanna viðgerð upplýsingar frá skrásetta sjálvum. Hetta kunnu vera upplýsingar, sum tú sjálv/ur hevur latið Miðnám í Vestmanna, eitt nú tá tú hevur søkt um upptøku.

Vit kunnu tó eisini fáa upplýsingar frá eitt nú myndugleikum og stovnum, s.s. Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Fólkayvirlitinum.

Tú hevur rætt til at verða kunnað/-ur um, hvørjar upplýsingar vit skráseta um teg.

Hvør fær upplýsingarnar, og hvussu leingi verða tær goymdar?

Les meira um Hvør fær upplýsingarnar, og hvussu leingi verða tær goymdar? Les meira um Hvør fær upplýsingarnar, og hvussu leingi verða tær goymdar?

Hvør fær upplýsingarnar?
Alt eftir hvørja viðgerð talan er um, víðarigevur Miðnám í Vestmanna upplýsingar til:
•    dátuviðgerar, ið umsita/hýsa upplýsingar stovnsins vegna, eitt nú Pf. Elektron og Pf. Formula,
•    almennar myndugleikar, ið viðgera upplýsingarnar til egið endamál, eitt nú Gjaldstovuna, Studna og Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Hvussu leingi verða upplýsingarnar goymdar?
Miðnám í Vestmanna hevur skyldu til at varðveita upplýsingar í málum fyri at skjalfesta málsviðgerðina. Hetta er krav sambært fyrisitingarlógini, skjalasavnslógini osfr.

Vit strika upplýsingar, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur.

Á nøkrum økjum kann longri strikingarfreist vera ásett í lóg.

Hvørji rættindi hevur tú?

Les meira um Hvørji rættindi hevur tú? Les meira um Hvørji rættindi hevur tú?

Sambært kap. 4 í Dátuverndarlógini hevur tú ávís rættindi í sambandi við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Set teg í samband við okkum, um tú vilt brúka rættindi tíni.

Rættindi til kunning
Miðnám í Vestmanna hevur skyldu til at siga tær frá, tá ið vit savna inn og viðgera persónsupplýsingar um teg. Tú hevur til dømis rætt til at fáa upplýst endamál og rættargrundarlag fyri viðgerðini.
Við hvørt er kunningarskyldan ikki galdandi. Hetta er til dømis, tá ið tú kennir upplýsingarnar frammanundan, ella tá ið tíni áhugamál at fáa upplýsingarnar mugu víkja fyri øðrum privatum ella almennum áhugamálum.

Rættindi til innlit
Tú hevur sum útgangsstøði rætt til innlit í, hvørjar upplýsingar Miðnám í Vestmanna hevur um teg. Tað merkir, at tú hevur rætt til at fáa staðfest, um persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, og tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í onnur viðurskifti kring upplýsingarnar, til dømis hvussu leingi tær verða varðveittar, og hvønn tær verða víðarigivnar til.

Rættindi til rætting
Tú hevur rætt til at fáa skeivar ella villeiðandi upplýsingar um teg rættaðar, so vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.

Rættindi til striking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um, at Miðnám í Vestmanna strikar upplýsingar um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tí ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur Miðnám í Vestmanna rætt til at varðveita og viðgera persónupplýsingarnar.

Rættindi til avmarkaða viðgerð
Í serligum føri hevur tú rætt til at fáa viðgerðina av persónsupplýsingum tínum avmarkaða. Hetta merkir, at um treytirnar fyri viðgerðaravmarking eru uppfyltar, kann Miðnám í Vestmanna bert viðgera tínar persónupplýsingar í serligum førum.

Rættindi til at mótmæla
Tú hevur rætt til at mótmæla eini annars lógligari viðgerð av persónsupplýsingum tínum. Um mótmælið verður mett at vera heimilað, skulu persónupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingar møguliga nýtast til at viðgera onnur lóglig endamál.

Rættindi til dátuflutning
Tú hevur rætt til at fáa persónsupplýsingar tínar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum og teldutøkum sniði. Um tað er tøkniliga gjørligt, hevur tú rætt til, at persónsupplýsinar um teg verða fluttar frá einum dátuábyrgdara til annan uttan forðingar, um so er, at viðgerðin av persónsupplýsingunum er grundað á samtykki frá tær ella avtalu við teg, og um viðgerðin er automatisk.

Dátuverndarfólk

Les meira um Dátuverndarfólk Les meira um Dátuverndarfólk

Katrin Jacobsen er dátuverndarfólk á Miðnámi í Vestmanna.

Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónupplýsingum á Miðnámi í Vestmanna, kanst tú venda tær til Katrin á teldupostadressu katrinj@bumr.fo. Heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”.
Tú kanst eisini senda eitt vanligt bræv til Barna- og útbúgvingarmálaráðið, J.H.Schrøtersgøta 7, Postrúm 3279, FO-110 Tórshavn, Att.: dátuverndarfólk.

Samskiftisupplýsingar

Les meira um Samskiftisupplýsingar Les meira um Samskiftisupplýsingar

Miðnám í Vestmanna er dátuábyrgdari fyri viðgerð, sum fer fram á stovninum.

Miðnám í Vestmanna
Fjarðarvegur 4
350 Vestmanna

Teldupostur: miv@miv.fo
Telefon: 424 573

Skrivstovan er opin gerandisdagar kl. 8.00 til kl. 16.00.

Klagumøguleikar

Les meira um Klagumøguleikar Les meira um Klagumøguleikar

Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at galdandi lógir og reglur á dátuverndarøkinum verða fylgdar. Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið, um tú metir, at Miðnám í Vestmanna ikki hevur viðgjørt tínar persónsupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini. Hetta gerst tú við at venda tær til:

Dátueftirlitið
Postboks 300
110 Tórshavn

Teldupostur: dat@dat.fo
Heimasíða: https://www.dat.fo/

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.