Opna leita
Opna menu Opna menu

Kennifílur

Tá ið tú vitjar heimasíðuna hjá Miðnámi í Vestmanna, fært tú sjálvvirkandi eina ella fleiri kennifílur sendandi frá okkum.

Vit brúka kennifílur til at greina ferðsluna á heimasíðuni, soleiðis at vit framhaldandi kunnu gera heimasíðuna betri.

Hvat er ein kennifíla?

Les meira um Hvat er ein kennifíla? Les meira um Hvat er ein kennifíla?

Ein kennifíla er ein tekstfíla, ið verður løgd á tína teldu, tín teldil ella tína snildfon, tá tú vitjar heimasíðu okkara. Í tekstfíluni goymir heimasíðan upplýsingar, sum hon lesur, tá tú vitjar heimasíðuna aftur. Hetta eru púra vandaleysar upplýsingar, sum aloftast verða brúktar til greining, hagtalsframleiðslu og til at minnast tíni val og gera nýtsluna smidligari.

Ein kennifíla er ein tekstfíla, ikki eitt forrit. Tað vil siga, at kennifílan fær ikki sjálv gjørt nakað við tína teldu. Kennifílan kann hvørki spjaða telduvirus ella á annan hátt gera skaða. Innihaldið í kennifílum verður skrivað og lisið av teimum heimasíðum, tú brúkar og vitjar.

So leingi verða kennifílur goymdar

Les meira um So leingi verða kennifílur goymdar Les meira um So leingi verða kennifílur goymdar

Tað er ymiskt, hvussu leingi kennifílurnar verða liggjandi á telduni. Tað veldst um, hvat einstøku tænastuveitararnir hava sett kennifílurnar til. Summar kennifílur hvørva beinanvegin, tá tú letur kagavindeygað aftur, meðan aðrar kennifílur kunnu liggja í fleiri ár.

Nógvir tænastuveitarar seta vanliga sínar lýsinga-, hagtals- og innihaldstengdu kennifílur til at vara millum 12 - 24 mánaðar, áðrenn tær verða strikaðar.
Gev gætur, at haldførið á kennifílum verður longt fyri hvørja vitjan. Tað vil siga, at haldførið hjá einari kennifílu til dømis er 24 mánaðar frá tí, tú seinast vitjaði eina heimasíðu.

Hvussu striki eg kennifílur?

Les meira um Hvussu striki eg kennifílur? Les meira um Hvussu striki eg kennifílur?

Tú kanst altíð nokta kennifílur ella strika tær aftur á tínari teldu við at broyta stillingarnar í tínum kaga. Hvar tú finnur stillingarnar, veldst um, hvønn kaga tú brúkar. Gev tó gætur, at noktar tú nýtsluna av kennifílum, so eru funkur og tænastur, tú ikki fært brúkt, tí tær eru treytaðar av, at heimasíðan minnist tíni val.

Allir kagar geva tær møguleika fyri at strika kennifílur. Tú kanst annaðhvørt strika allar fílurnar í senn ella noyðast við at strika eina í senn. Hvussu tú strikar fílurnar, veldst um, hvønn kaga tú brúkar - til dømis Chrome, Firefox, Safari ella Edge. Brúkar tú fleiri kagar, noyðist tú at strika kennifílurnar í teimum øllum.

Hevur tú noktað kennifílur og angrar títt val, kanst tú trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðu okkara, so fært tú møguleika fyri at velja, hvørjar kennifílur tú góðtekur. Tú kanst eisini lata stillingarnar í tínum kaga upp og strika kennifílurnar har. Tá verður tú aftur spurd/-ur, um tú vilt loyva kennifílum, tá tú vitjar heimasíðuna.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.