13. juni 2023
19 nýggir ferðaleiðarar
Mikudagin 7. juni fingu 19 fólk prógv sum góðkendir ferðarleiðarar.
Hetta er fimtu ferð, at skipað hevur verið fyri ferðaleiðaraskeiði, og nú eru tilsamans 100 góðkendir ferðaleiðarar.
Jens Kartin Rasmussen er skeiðsluttakari nummar 100, sum hevur staðið skeiðið.
Ferðafólk, bæði føroysk og útlendsk, kunnu gleða seg at koma á útferð saman sera dugnaligum og frintligum ferðaleiðarum, sum seinasta árið hava fingið nógva vitan um alskyns evni sum fornfrøði, list, mentan, jarðfrøði, søgu, frásøgukynstur v.m.
Tey, sum í ár hava fingið prógv sum góðkendir ferðaleiðarar, eru:
Hóraldur Joensen, Simona Weihe, Jens Kartin Rasmussen, Gurið Lómfelli, Irdi Jacobsen, Elin Olsen, Ingemar Guttesen,
Absalon Áargarð, Urd Johannesen, Ingibjørg Kamban, Bjørg Jacobsen, Belle Sau Ying Law, Benjamin Gøte, Brynhild Kamban, Ingvard Fjallstein, Stig Elttør og Durita Djuhuus, Marie Sørensen og Jákup Mørkøre.
Vit ynska teimum hjartaliga tillukku og ynskja teimum góða eydnu við ferðaleiðarayrkinum.
Innskrivingin til komandi ferðaleiðaraskeið, sum byrjar mikukvøldið 16. august, er opin, og fer fram á www.innskriving.fo.
Freistin at søkja um upptøku er 28. juni 2023.