04. desember 2024
Almennur fyrilestur 10. des. kl. 19.00: Ísrael, Palestina og Gaza: 100 ár við friði og kríggi
Ísrael, Palestina og Gaza: 100 ár við friði og kríggi
- Hvør er bakgrundin fyri áleikandi krígnum í Ísrael og Gaza?
- Hvørjar eru søguligu orsøkirnar til áhaldandi stríðið í Palestina og Ísrael?
- Hvørjar avgerandi hendingar hava myndað søguna seinastu 100 árini?
- Og hvørjar avleiðingar hevur stríðið í økinum fyri grundleggjandi mannarættindi hjá bæði ísraelum og palestinum?
Týsdagin 10. desember er altjóða mannarættindadagur, og tá fer Heini í Skorini, lektari í altjóða politikki á Fróðskaparsetri Føroya, at viðgera hesar spurningar á almennum fyrilestri á Miðnámi í Vestmanna. Fyrilesturin byrjar kl. 19.00 og er almennur og ókeypis.
Framløgan fer fyrst at viðgera søguliga upprunan til áhaldandi stríðið í Palestina og Ísrael. Eitt stríð, sum í nýggjari tíð kyknaði fyri góðum 100 árum síðani, tá evropeiskir jødar flýddu til Palestina undan vaksandi forfylging í Evropa. Men evropeisku jødarnir komu til eitt land, har annað fólk eisini búleikaðist. Hvat er hent hesi seinastu 100 árini? Hvørjar hava royndirnar verið at skapa frið? Hví hava stríðandi partarnir ikki fingið frið í lag? Og hvønn týdning hava altjóða mannarættindi í hesum áleikandi stríðnum?