20. august 2024
Almennur fyrilestur - Bókmentir og ferðavinna
Hvussu verða skaldsligar lýsingar av Føroyum brúktar í ferðavinnuligum høpi, og hvørja ávirkan hetta hevur á samfelagið – og aftur á bókmentirnar?
Hesum greiðir Helena Lamhauge-Mortensen, bókmentafrøðingur og ph.d.-lesandi á Føroyamálsdeildini, frá á almennum fyrilestri á Miðnámi í vestmanna týskvøldið 27. august kl. 19. Fyrilesturin byggir á eitt skeið, sum Helena hevur undirvíst í, og sum tók støði í endaligu serritgerð/spesiali hennara um Føroyar sum bókmentaliga og ferðavinnuliga tjóð.