23. februar 2024
Bakkafrost søkir alilærlingar
Hevur tú áhuga fyri fiskarøkt og djóravælferð? So er ein yrkisleið innan aling kanska nakað fyri teg. Í lærutíðini fert tú at fáa verkligar førleikar og ástøðiliga vitan innan aling.
At arbeiða sum alari er eitt spennandi starv. Á smoltstøðunum røkta smoltalarar fiskin frá rogn og yngul til smolt. Tá fiskurin er klárur at seta á sjógv, taka sjógvalarar yvir og røkta fiskin, meðan hann veksur seg stóran og verður klárur til tøku.
Tá tú ert í læru sum alari, fert tú á skúlaskeið á Miðnámi í Vestmanna í fýra umførum. Á skúlanum fært tú ástøðiliga undirvísing í m.a. lívfrøði, føðslu, fóðring, djóravælferð, fiskaheilsu, smittufyribyrgingr, fiskasjúkum, trygd, umhvørvi og mongum øðrum evnum.
Samlaða lærutíðin er fýra ár. Býtið millum skúla og lærupláss er 2½ ár á læruplássi og 1½ ár á skúla. Í lærutíðini kemur tú at hoyra til eitt aliøki, har tú fert at vera tað mesta av tíðini, men tú fert eisini at flyta ímillum økir, so tú prøvar at arbeiða í smoltaling og sjógvaling.
Bakkafrost søkir eftir alilærlingum. Freistin at søkja er sunnukvøldið tann 17. mars 2024.
Sí lýsingina her.