07. februar 2024
Evnisdagar um lívshættisligar ílegusjúkur
Árligu evnisdagarnir á Miðnámi í Vestmanna vera 8. og 9. februar.
Evnið hesuferð er lívshættisligar ílegusjúkur.
Vit hava boðið nøkrum av teimum við tí mestu vitanina innan evnið við til evnisdagarnar, har tey koma at greiða frá og leggja upp til kjak.
Karin Laksáfoss og Sámal Rasmussen greiða frá um teirra persónligu søgu við lívshættisligari ílegusjúku í familjuni og um Áhugafelagið Arvasjúkan, sum tey hava stovnað fyri at kunna um tær mest hættisligu ílegusjúkurnar, so føroyingar ikki eru óvitandi um tær, tá teir eru klárir til at fáa sær børn. Tey virka eisini fyri, at eitt alment kanningartilboð verður sett á stovn, so øll komandi foreldur, sum ynskja tað, kunnu lata seg kanna fyri tey mest álvarsligu ílegubrekini.
Fróði Joensen, barnalækni, lýsir evnið søguliga og frá sjónarhorninum hjá sjúkrahúsverkinum.
Katrin Danielsen, phD í útviklingsbiologi, hevur ment ein kanningarhátt, sum ger tað bæði lættari og bíligari at kanna allar føroyingar, um teir eru berarar av 5 teimum mest lívshættisligu arvasjúkunum í Føroyum.
Ímillum teir einstøku fyrilestrarnar verður bólkaarbeiði, sum endar við framløgum.
Vit gleða okkum sera nógv til evnisdagarnar, og vónin er, at bæði næmingar og starvsfólk koma nærri vitanini og granskingini um lívshættisligar ílegusjúkur í Føroyum.