15. august 2023
Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen
Leygarkvøldið 26. august 2023 verður stórfingið kvøld á Miðnámi í Vestmanna.
Í sambandi við at Martin Joensen verður 70 ár, skipar Vestmanna kommuna saman við Sprotanum fyri Martini Joensen kvøldi tann 26. august. Á skránni eru tónleikur og røður og bókaframløga.
Tey, ið tulka Martin, eru:
Lena & Niclas, Bárður á Lakjuni, Terje Vestergaard, Eivør, Vestmenn og Vestmanna sangkór.
Tey, ið flyta røður, eru:
Bjørg á Rógvi, bygdarráðsforkvinna, Siri Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, Jonhard Mikkelsen og Sunleif Rasmussen
Nýggja bókin Martin Joensen – tekstir og løg ígjøgnum hálva øld fæst til keyps.
Tiltakið er frá kl. 20 – 22 við steðgi ímillum.
Í steðginum borðreiðir kommunan við leskiligum munnbitum og ymiskum leskandi.
Eftir tiltakið hevur Faer Isles Distillery opið og spennir seg út, meðan Vestmenn seta lív í.
Tiltakið kostar 300 kr.
Atgongumerki eru til keyps á atgongmerki.fo