04. juni 2024
Kunningarkvøld 6. juni 2024 kl. 19.00
Hóskvøldið 6. juni kl. 19.00 - 21.00 verður kunningarkvøld fyri tey, sum byrja í 1. flokki aftan á summarfrítíðina.
Endamálið er, at næmingar og foreldur fáa høvi at práta við okkum og síggja skúlan longu nú og at vit fáa høvi at kunna tey um ymiskt.
Skrá:
1. Magnus Gaard, rektari, bjóðar vælkomin, og leiðsla og umsiting presentera seg.
2. Lestrarvegleiðari kunnar (lestrarvegleiðing, ítróttafyriskipanir, studning, skipanir (skúlanet, classter o.a.)
3. Maybritt við Strond, frá Málmót, greiðir frá um tænasturnar hjá málmót og nota, intoword og scanning.
4. Toymið hjá flokkinum presenterar seg greiðir frá um innleiðsluna og vísir runt á skúlanum.
Vit bjóða kaffi og okkurt gott afturvið.