Opna leita
Opna menu Opna menu
Progv 2022

20. februar 2023

Kunningarkvøld á Miðnámi

Hóskvøldið 23. februar kl. 20.00 skipar Miðnám í Vestmanna fyri kunningarkvøldi á skúlanum.

Tiltakið er eitt høvi hjá ungum og foreldrum ella avvarðandi at koma á skúlan og fáa kunning um útbúgvingarnar, sum Miðnám í Vestmanna hevur at bjóða.

Á skránni er kunning um tilfeingisbreytina og um aliútbúgvingina, og um skúlalívið á Miðnám í Vestmanna sum heild. Rundvísing er eisini á skránni fyri tey, sum ikki hava verið á skúlanum áður. Høvi verður eisini at fáa eitt prát við lestrarvegleiðarar og verandi næmingar.

At krýdda kvøldið verður eingin minni enn RSP, sum vit kenna best frá sanginum ”Gev mær meira pengar, mamma”.

Magnus Gaard, rektari, gleðir seg til kvøldið og vónar, at nógv hava hug at koma á gátt. Kvøldið er ætlað øllum, sum vilja vita meira um skúlan, og ikki bert umhugsa at taka eina av útbúgvingunum, sum Miðnám í Vestmanna bjóðar.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.