08. januar 2024
Nógvar spennandi verkætlanir á Miðnámi í Vestmanna
Á Miðnámi í Vestmanna koma næmingarnir nærri granskingini, við at tey m.a. arbeiða við seks stórum uppgávum ígjøgnum 3 ár, har tey antin sum einstaklingar ella í bólkum fáa møguleika at hugsavna seg um ymisk spennandi evnir. Høvuðsendamálið við øllum uppgávunum er at læra at granska eitt evni og at fáa boðskapin um evnið út til lesaran.
1. árið verður ein støðisritgerð skrivað. Hetta er ein uppgáva, ið verður skrivað um eitt evni, sum skúlin velur.
Í 2. flokki skriva næmingarnir breytaruppgávu á 6-10 síður. Næmingarnir skriva uppgávuna hvør sær, í tveimum lærugreinum, og uppgávan er ein liður í at fyrireika seg til breytarverkætlanina 2. árið.
3. árið skriva næmingarnar eina eina breytarverkætlan, sum er 15-20 síður. Verkætlanin verður skrivað einsæris og verður vanliga skrivað í tveimum lærugreinum.
Harumframt skriva næmingarnir á Miðnámi í Vestmanna, í lærugreinini Tilfeingi A í 3. flokki, tríggjar størri uppgávur, har tann triðja er ein próvtøkuverkætlan.