19. november 2024
Ráðstevna um náttúruendurbøting í Føroyum
Miðnám í Vestmanna verður karmur um ráðstevnu um náttúruendurbøting, sum verður fríggjadagin 22. november. Lendisbati og Miðnám í Vestmanna skipa fyri ráðstevnuni.
Við slagorðunum trívist náttúran, trívast vit øll, er Tjóðsavnið farið í holt við Lendisbata-verkætlanina. Verkætlanin hevur sum endamál at endurbøta náttúru, har tørvur er á tí. Ráðstevnan er ein partur av verkætlanunum um at endurbøta hagapartin Stóriryggur og skriðuna oman fyri Syðradal á Kalsoynni. Hesar verkætlanirnar fóru av bakkastokki fyri trimum árum síðani sum partar av norðurlendskari verkætlan um náttúruloysnir.
Ráðstevnan er fyri innbodnum og er serliga ætlað miðnámsskúlanæmingum, umframt at viðkomandi almennir stovnar og málaráð luttaka.
Á skránni eru framløgur um endurbøting í Føroyum, um royndir úr Íslandi og um týdningin av endurbøting fyri bæði landbúnaðin og føroysku náttúruna. Millum tær eru framløgur frá Bjørn Kalsø, bónda og Lendisbata-bónda, og Íðunn Hauksdóttir frá íslendska stovninum Land og Skógur, sum hevur tikist við náttúruendurbøting í meira enn eina øld.
Ráðstevnan endar við pallborðskjaki um náttúruendurbøting í Føroyum við luttøku frá Ragnheiður Bogadóttir, Jens Ivani í Gerðinum, Leivur Janusi Hansen, Anju Herálvsdóttir Jensen og Jákup Kristiani Bærentsen.
Vit á Miðnámi í Vestmanna gleða okkum at taka ímóti luttakarunum til ráðstevnuna.