Opna leita
Opna menu Opna menu
8

14. mars 2024

Rithøvundavitjan: Sámal Soll

Sámal Soll, rithøvundur, hevur í dag vitjað á Miðnámi í Vestmanna. Vitjanin kom í lag í sambandi við tilboðið Rithøvundavitjanir, sum átakið Føroyar lesa skipa fyri.

Sámal greiddi næmingum og starvsfólkum frá um tær nógvu stuttsøgurnar, sum hann hevur skrivað og umsett til børn, ung og vaksin. Eisini las hann nýggjastu stuttsøguna “Hvussu kann eitt menniskja” fyri næmingunum. Ein sera góð søga, sum hevur ein “skeivan” og óvæntaðan enda.

Flokkarnir á MIV hava lisið fleiri av stuttsøgunum hjá Sámali, sum eru í stuttsøgusøvnunum Glasbúrið (2015) og Virus (2019). Søgurnar í savninum Virus venda sær til ung og vaksin og søgurnar fevna víða í innihaldi, frá tí spennandi til tað óhugnaliga. Flestu teirra viðgera lívið á sosialu miðlunum í Føroyum í dag, og tað er tilvitað, tí Sámal hevur lagt seg eftir at viðgerða evnir í samtíðini – sum eru aktuel “her og nú”.

Av tí at næmingarnir høvdu lisið fleiri av stuttsøgum hansara, var hugurin at lurta og spyrja stórur hjá næmingunum.

Sí myndir frá vitjanini her.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.