Opna leita
Opna menu Opna menu

02. september 2024

Studentaprestur

Ann Hermansdóttir er studentaprestur á miðnámsskúlunum kring landið,
og í dag er hon á Miðnámi í Vestmanna.

Tað kann vera avbjóðandi at vera lesandi, og nógv annað enn lesnaðurin kann fylla í gerandisdegnum. Studentapresturin kann leggja oyra til tað, sum fyllur nógv hjá næminginum.
Studentapresturin hevur tagnaskyldu, og tað er ikki nøkur treyt at hava eina kristna sannføring fyri at venda sær til hana.

Studentapresturin hevur skrivstovu á Næmingatænastuni, har sálarfrøðingarnir og lestrarvegleiðarin halda til. Studentapresturin er á Miðnámi í Vestmanna 1. mánadag í hvørjum mánaði.
Næmingar eru altíð vælkomnir til eitt prát. Eisini ber til at ringja til Ann á tlf.: +298237334 ella við at skriva til ann@kirkjan.fo.

Viðtalutíðir á heysti 2024:
Mán. 2. sep. kl. 10.00 - 14.00
Mán. 7. okt. kl. 10.00 - 14.00
Mán. 4. nov. kl. 10.00 - 14.00
Mán. 2. des. kl. 10.00 - 14.00

Hevur tú hug at vita meira um, hvat studentapresturin tekst við? Fylg henni á Instagram ella Facebook við at trýsta á ikonini.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.