Opna leita
Opna menu Opna menu
Aling3

29. januar 2025

Undirvísarar til aliútbúgvingina

Hevur tú hug at undirvísa á einum spennandi, lítlum og hugnaligum miðnáms- og yrkisskúla, við einari greiðari visjón um eina burðardygga gagnnýtslu av náttúrutilfeingi, so hevur tú møguleikan nú!

Miðnám í Vestmanna søkir eftir undirvísarum at undirvísa á skúlanum 31. mars - 30. juni 2025 í hesum lærugreinum:

  • Aling av fiski 11 t/vikuna
  • Alibúskapur 5 t/vikuna
  • Søla og tænasta E 3 t/vikuna
  • Innovatión og íverksetan E 3 t/vikuna

Alt eftir lærugreinasamanseting kann talan verða um tímalærarar, kvotasett ella møguligt fast starv.

Arbeiðsuppgávur
* undirvísa í viðkomandi lærugreinum
* leggja til rættis undirvísingargongdir
* luttaka og skipa fyri verkætlanum, evnisdøgum/-vikum, ið skúlin skipar fyri

Vit vænta, at tú
* hevur útbúgving frá lærdum háskúla ella øðrum hægri lærustovni
* ert samstarvsfús/-ur og hevur evni at leggja til rættis
* trívist við at undirvísa og vera saman við ungdómi

Vit bjóða
eitt nútímans og vælvirkandi skúlaumhvørvi við framúr góðum arbeiðsumstøðum og einum positivum leiðsluhugburði til bæði næmingar og lærarar, og eisini møguleika at vera við til at menna nýggjar yrkisútbúgvingar.

Setanar- og lønartreytir
Setanar- og lønartreytir eru eftir sáttmálanum millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn:
Tú kanst søkja eitt av størvunum við at fara inn á heimasíðuna www.alfred.fo. Um tú ikki hevur ein vanga, kanst tú skjótt og lætt stovna tær ein.

Ella kanst tú senda umsókn til Miðnám í Vestmanna, Fjarðavegur 4, 350 Vestmanna ella við telduposti til frodi.skuvadal@skulin.fo.

Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 19. februar 2025 kl. 13.00.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Fróða Skúvadal, virkandi rektara, á tlf. 585640

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
At undirvísa

Krøv til útbúgving og førleikar
Í minsta lagi bachelorútbúgving er kravt at undirvísa á miðnámi

Ágóðar við starvinum
Ungdómur og lívsgleði

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.