23. november 2023
Undirvísari til alilærlingar
Hevur tú hug at undirvísa eldhugaðum ungum alilærlingum? Yrkisútbúgvingin til alara er ein lærlingaútbúgving til alara - bæði á sjógvi og landi. Yrkislærugreinarnar eru alitøkni, aling av fiski, burðardygd og trygd.
Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki
Ert tú rætti persónurin við undirvísingarførleika í onkrum av hesum lærugreinum umframt náttúruvísindaligu lærugreinunum á tilfeingisbreytini, so er møguleiki fyri føstum fullum starvi. Hevur tú undirvísingarførleika í onkrari av lærugreinunum, kann talan eisini vera um parttíðarstarv. Møguleiki er eisini at fara inn í eina tilgongd saman við okkum og Námi at framleiða undirvísingartilfar til lærugreinina, treytað av at fígging fæst til endamálið.
Krøv til útbúgving og førleikar
Útbúgving á bachelorstøði ella hægri er eitt krav. Talan kan vera um verkfrøðing, maskinmeistara ella akademikara í náttúruvísindaligum lærugreinum. Av tí at talan er um eina yrkisútbúgving, eru royndir í alivinnuni ein fyrimunur, tá ið vit skulu meta um, hvørjir umsøkjarar eru best skikkaðir.
Ágóðar við starvinum
Tú fært møguleika at vera við til at menna eitt heilt nýtt útbúgvingarøki í Føroyum. Yrkisútbúgvingar til tilfeingisvinnurnar í Føroyum eru nærum sjálvsagdar í okkara grannalondum. Í okkara útbúgvingarskipan í Føroyum royna vit á Miðnámi í Vestmanna nú alaraútbúgvingina og vilja fegin menna hetta økið til at fata um fleiri yrkisútbúgvingar har burðardygg náttúrunýtsla er felagsnevnarin.