13. februar 2024
Væleydnaðir evnisdagar
Í síðstu viku varð skipað fyri evnisdøgum á Miðnámi í Vestmanna. Evnið var lívshættisligar ílegusjúkur.
Umframt at hoyra um tær mest hættisligu ílegusjúkurnar, sum koma fyri í Føroyum, so blivu næmingarnir eisini kunnaði um ein kanningarhátt, ið er mentur, sum ger tað bæði lættari og bíligari at kanna allar føroyingar, um teir eru berarar av 5 teimum mest lívshættisligu arvasjúkunum í Føroyum.
Skipað var eisini fyri bólkaarbeiði, har kjakast var dúgliga um m.a. evnið berarakanningar. Næmingarnir vóru sera ágrýtin og komu inn á spurningar s.s.eiga vit yvirhøvur at gera berarakanningar, hvat kunnu vit brúka svarini til, og hvussu er við dátutrygdini.
Samanumtikið tveir sera væleydnaðir dagar, har bæði næmingar og lærarar fingu nógv burturúr.
Sí myndasavn:
Evnisdagar um lívshættisligar ílegusjúkur