Opna leita
Opna menu Opna menu
0

24. apríl 2023

Váreksursión Mýrarnar

Í góðveðrinum herfyri fór 1. MIV á eina minni ekskursión til vátlendið Mýrarnar. Gingið varð runt um vatnið uppi á Mýrunum. À túrinum vóru eygleiðingar gjørdar av náttúruni. Sjálvt um tað varð tíðliga, so vóru fleiri fuglsløg sædd. Tilsamans 9 ymisk fuglasløg vóru skrásett við appini eBird.

Eisini vóru nógv plantu- og skordýrasløg eygleidd og mínsann um ein torva av kombikkum ikki smeyg sær avstað i einum av teimum mongu tjørnunum, sum eru á Mýrunum. Hetta er tíðin, tá ið kombikka-hannurin byggir sær reiður og lokkar honirnar at gýta í reiðrið, og tað var akkurát tað, sum vit sóu.

Á vegnum var ymiskt burturkast heintað og tikið við heim. Serliga var talan um plastiklutir av ymiskum slag. Komin runt um vatnið, var skúladagurin liðugur og tíð var at fara omanaftur á skúlan eina uppliving ríkari. Næmingarnir arbeiddu við eini uppgávu um vátlendi og týdning teirra, sum ein CO2 goymsla og ávirkanin, sum virksemi hjá menniskjum hevur á slík náttúruøki.

Lærarar á túrinum vóru William Simonsen og Fróði Skúvadal.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.