Opna leita
Opna menu Opna menu
Virðisloenir Landsins 2023

28. september 2023

Virðislønir landsins til lista- og mentafólk

Mikukvøldið 18. oktober handar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2023.

Miðnám í Vestmanna, sum heldur til á Fjarðavegi 4, verður karmur um hátíðarhaldið, sum verður mikukvøldið 18. oktober kl. 19.00.

Tríggjar virðislønir verða handaðar:

Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Serstøk virðisløn, sum er 50.000 kr. Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

Harafturat verður sømdargáva latin, sum er 20.000 kr. um árið. Hon verður latin listafólki, ið hava útint listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð.

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin. Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.