Opna leita
Opna menu Opna menu
Vísindavøka Logo

15. september 2023

Vísindavøka á MIV

Í sambandi við Vísindavøkuna 2023 verða tveir fyrilestrar á Miðnámi í Vestmanna mikudagin 20. september 2023.

Kl. 10.25
Eftirlit við heilsustøðuni á skipsskrokkum við fipur optiskum sensorum
Irena Áarberg, Umhvørvisstovan

Kl. 11.15
FarCoast - ein 3D háupploystur numeriskur havmyndil
Sissal V. Erenbjerg, Fiskaaling

Vísindavøka byggir brýr millum granskarar og almenning

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Tiltakið er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við, og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.

Í vikunum undan Vísindavøkuni verður farið kring landið við Vísindavøku á ferð, sí skránna her.

Sjálv Vísindavøka 2023 verður hildin í Sjóvinnhúsinum fríggjadagin tann 22. september, sí skránna fyri dagin her.

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.