Um skúlan
Miðnám í Vestmanna hevur hesar útbúgvingar:
Miðnám í Vestmanna er ein útbúgvingarstovnur, har lærdómur, felagsskapur og góður trivnaður ganga hond í hond. Eitt stað, har ungdómar mennast, læra, búnast og knýta nýggj vinarbond.
Eitt arbeiðspláss, har starvsfólkini trívast væl og gera sítt ítarsta fyri at røkka teimum málum og krøvum, sum eru sett fyri skúlan og útbúgvingarnar.
Vit eru ein lítil, nærverandi skúli, og royna at taka atlit til hvønn einstakan næming, so trivnaðurin gerst so góður sum til ber.
Fakliga seta vit fokus á tað, sum er einamest umráðandi fyri føroyska samfelagið, ið hevur ein búskap, ið er grundaður á gagnnýtlsuna av tilfeinginum, ið landið ræður yvir.
Breddin – 09.06.2023
M.a. kjak um málið um gongd í haga. Í sendingini er ein longri samrøða við Magnus Gaard, rektara á Miðnámi í Vestmanna, sum bjóðar út ferðaleiðaraútbúgving.
Við Tórði á túri – 27.02.2023
Gurið Lómfelli, sum hevur gingið á ferðaleiðaraskeiðnum á MIV, og Maud Poulsen, starvsfólk á MIV, greiða frá um skeiðið.
Naturbaserede løsninger
Filmbrot um verkætlanir, sum fáa stuðul frá Norðurlendska Ráðharraráðnum.
Teirra millum er verkætlanin um lendisbata í Kalsoynni, sum Miðnám í Vestmanna luttekur í.
Skriðan í Syðradali – 20.09.2022
18. september 2000 leyp ein stór skriða uppi í dalinum í Syðradali í Kalsoynni. Skriðan var sera stór og sæst sera væl í lendinum.
Miðnám í Vestmanna luttekur saman við Bjørn Kalsø, bónda í Syðradali, Tjóðsavninum og Landgræðsluna í Íslandi í stórari verkætlan, sum skal kanna, hvussu slíkar skriður koma fyri seg aftur, og hvussu skilabest er at endurbøta slík sár í lendið.
Tørvur á útbúgvingum í tilfeingisvinnuni – 28.08.2022
Samrøða við Magnus Gaard rektara, um yrkisútbúgvingina í aling, sum byrjaði í august 2022.
in.fo - 07.03.2022
Yrkisútbúgving til alara byrjar í august 2022.
in.fo - 25.08.2021
Ein bussur hjá Bygdaleiðum eigur at koyra beinleiðis úr Vágum til Vestmanna. Tað heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Øðrvísi miðnám í Vestmanna – 25.02.2020
Innslag í sambandi við innskrivingina til miðnám í 2020.
in.fo - 30.09.2019
Jákyp Andreasen, stjóri, leggur frá sær eftir 30 ár í starvinum.
Nón – 18.01.2019
Jákup Andreasen, táverandi skúlastjóri á Miðnámi í Vestmanna, hugleiðir um miðnámsskúlan, sum serliga tekur útgangsstøði í føroysku náttúruni.
Góðan morgun Føroyar – 29.05.2018
Rannvá Mortansdóttir og James Olsen, sum hava nomið sær útbúgving sum ferðaleiðarar á miðnámsskúlanum í Vestmanna, greiða frá um útbúgvingina og um ferðaleiðarastarvið.
in.fo - 27.02.2017
Fiskivinnuskúlin broytir navn til »Miðnám í Vestmanna«
Við Tórði á túri – 08.12.2015
Í sendingini Við Tórði á túri hoyra vit næmingar og starvsfólk greiða frá um skúlan.
Miðnám í Vestmanna hevur góð hølir til alskyns endamál.
Fyrst og fremst tænir hann sum skúlabygningur, men aftan á skúlatíð og í vikuskiftum og ferium kann skúlin brúkast til onnur endamál.
Okkara stóra opna høli við útsýni út móti bygdini kann brúkast til ráðstevnur, størri fundir, temadagar, veitslur v.m.
Auditorium er vælegnað til eitt nú filmssýningar og fyrilestrar. Í hølinum er pláss fyri 70 fólkum.
Starvsstovan er væl útgjørd til at gera kanningar í lívfrøði, alisfrøði og evnafrøði.
Vátlaboratoriið, sum hevur góðkenda sóttreinsingarskipan, kann brúkast til kanningar- og royndarvirksemi av ymsum slag.
Ynskir tú at leiga hølini, kanst tú skriva til okkum á miv@miv.fo.
ella ringja á tlf. 424 573.
Á MIV skulu øll kenna seg trygg.
Hvørt ár við skúlaársbyrjan verða næmingar og starvsfólk kunnaði um brunatilbúgvingina, rýmingarleiðir, hjartastartara og sløkkiútgerð.
Sama dag verður skipað fyri brandvenjing, so at øll vita, hvat tey skulu gera, um eldur skuldi komið í.
Miðnám í Vestmanna hevur eina sorgar- og krepputilbúgving, sum stuðlar, vegleiðir og vísir á leiðreglur í sambandi við vanlukku, sjúku og deyða.
Visjónin er at handfara sorg og kreppu soleiðis, at næmingar og starvsfólk fáa stundisliga umsorgan og stuðul, um tey koma í hesa støðu.
Til at stuðla og vegleiða næmingum og starvsfólkahópi í hesum truplu støðunum er ein sorgarbólkur, sum er samansettur av starvsfólkum og umboði fyri næmingarnar.
Sorgar- og krepputilbúgvingin umfatar hesi øki:
- Tá ið næmingur, starvsfólk ella avvarðandi hjá næmingini/starvsfólki gerast álvarsliga sjúk.
- Tá ið næmingur, starvsfólk ella avvarðandi hjá næmingini/starvsfólki doyr.
- Tá ið skipað verður fyri minningarhaldi
- Uppgávur hjá sorgarbólkinum
Fiskivinnuskúlin, sum byrjaði í 1989, fekk eina trilvandi byrjan. Skúlin byrjaði sum ein yrkisskúli, sum skuldi útbúgva starvsfólk á millumleiðarastigi til fiskavirkis- og alivinnuna, men í dag er skúlin ein studentaskúli í nýggju gymnasialu breytaskipanini.
Í fyrru helvt av 80-unum varð dúgliga kjakast um at seta á stovn fiskivinnuundirvísing og fiskivinnuútbúgving í Føroyum. Politiska ynskið var, at ungdómurin skuldi fáa betri kunnleika til føroysku høvuðsvinnuna, og at tey ungu skuldu kunna fáa útbúgving á økinum.
Frammanundan vóru fleiri smærri royndir gjørdar at fáa gongd á fiskivinnundirvísing. Í 1968 kundu næmingarnir í 8. og 9. flokkunum velja fiskivinnu sum vallærugrein. Í 1971 samtykti landsstýrið at skipa fyri styttri skeiðum í fiskavirking á Klaksvíkar Sjómansskúla. Í 1974 setti Fróðskaparsetrið við góðkenning frá landsstýrinum eina nevnd, sum skuldi gera uppskot til eina millumteknikaraútbúgving á fiskivinnuøkinum. Onki spurdist tó burtur úr hesum ætlanum.
Í 1974 gjørdist fiskivinna vallærugrein í HF-útbúgvingini og í 1977 í HH-útbúgvingini á Handilsskúlanum. Í árunum 1979 til 1981 arbeiddi Tekniski Skúli í Tórshavn við ætlanum um at skipa eina útbúgving av fiskavirkingaratstøðarum, sum heldur onki spurdist burturúr. Í 1983 gjørdist fiskivinna lærugrein í FHS-útbúgvingini á Handilsskúlanum.
Fiskivinnuskúlin verður fyrireikaður
Í 1982 fekk Landsskúlafyrisitingin álagt at fara undir fyrireikingar, so ein fiskivinnuútbúgving kundi setast á stovn í Føroyum. Sama árið setti landsskúlastjórin eina nevnd at arbeiða við uppskoti um fiskivinnuútbúgvingar. Nevndin, sum varð mannað við fólki frá Landsskúlafyrisitingini og vinnufeløgum, legði fram álit í september 1983.
Álitið frá nevndini gjørdist grundarlag fyri løgtingslóg um Føroya yrkisskúla fyri fiskaídnað og havbúnað frá 5. mai 1987, sum skúlin í veruleikanum altíð hevur itið. Í oktober 1988 varð lýst eftir skúlastjóra og umsitingar- og praktikkleiðara. Bæði størvini vóru sett um ársskiftið 1988-1989.
Ongin skúlabygningur
Fyrstu tíðina hevði skúlin ongi høli, og tí starvaðist skúlaleiðslan á Landsskúlafyrisitingini teir fyrstu mánaðirnar.
Landsstýrið hevði gjørt av, at skúlin skuldi byrja sítt virksemi í Vestmanna, og tí var neyðugt at finna egnaði høli til nýggja skúlan. Hetta var ikki nøkur løtt uppgáva, tí hóskandi høli vóru ikki til. Á vári 1989 keypti landið eini stór sethús, sum skuldu umbyggjast til skúlabrúks. Umbyggingin tók longri tíð enn væntað, men fyrst í september mánaði 1989 var komið so mikið áleiðis, at til bar at taka ímóti fyrstu næmingunum.
Skjótt gjørdist ov trongligt í hesum húsunum, og sum fráleið leigaði skúlin trý sethús afturat fyri at kunna húsa øllum næmingunum.
Útbúgvingarbygnaður
Stórur áhugi var fyri at søkja inn á skúlan í byrjanini, og fyrsta árið søktu um 60 næmingar. 36 vórðu tikin inn, og tá avtornaði møttu 27 næmingar. Hesi vórðu skipað í tveir flokkar. Teir næmingarnir, sum høvdu í minsta lagi tvey ára vinnulívsroyndir gingu støðisárið á skúlanum og hildu so fram eitt ár afturat á skúlabonki, áðrenn tey fingu prógv. Tey, sum ikki luku treytina um vinnuroyndir, gingu trý ár í skúla, har tey vóru í starvsvenjing tað mittasta árið. Fiskavirki, alibrúk og onnur virki tóku væl ímóti næmingunum, sum høvdu tørv á starvsvenjing.
Longu í 1992 varð útbúgvingarbygnaðurin broyttur. Tá varð starvsvenjingarárið strikað, og útbúgvingin skipað við einum støðisári og síðan tvey ára skúlagongd burturav. Á próvnum hjá næmingunum stóð “Fiskivinnutøkningur”.
Lærugreinarnar hjá næmingunum, sum byrjaðu í 1994, vórðu á fyrsta sinni skipaðar í gymnasialu stigaskipanini. Tá hesi fingu prógv í 1997 varð heitið á próvnum “Prógv í hægri fiskivinnuútbúgving”. Frá 1994 kundu næmingarnir eisini velja eina tvey ára atstøðisútbúgving í fiskivinnu, sum var meira praktiskt rættað. Bara fáir næmingar valdu henda møguleika, og seinni varð atstøðisútbúgvingin tikin av.
Um ár 2000 fekk skúlin áheitan frá vinnuni um at skipa yrkisútbúgvingar innan fiskavirking og aling. Skúlin legðist ikki á boðini og farið varð undir at skipa neyðuga grundarlagið. Teir fyrstu lærlingarnir byrjaðu á skúlanum í 2002. Yrkisútbúgvingarnar tóku góð trý ár, og vóru skipaðar við skúlagongd fyrsta árið. Annað árið vóru lærlingarnir á læruplássinum, og triðja árið varð skift ímillum lærupláss og skúla. Seinni skipaði skúlin eisini yrkisútbúgvingar innan landbúnað og fiskireiðskap – serliga trol, men áhugin fyri hesum útbúgvingum var lítil og ongin.
Sjálvt um vinnuvirkini søgdu seg hava stóran áhuga at seta lærlingar í eini kanning frammanundan, so vísti áhugin seg at vera lítil, tá avtornaði. Næmingarnir vístu seg heldur ikki at hava stóran áhuga fyri hesum nýggja tilboðnum. Teir seinastu lærlingarnir vóru lidnir á skúlanum í 2010.
Seinastu árini hevur trý ára gymnasiala útbúgvingin verði tann berandi parturin av Fiskivinnuskúlanum. Umsøkjaratalið hevur verið svingandi og var serliga lágt um ár 2000. Seinnu árini hevur umsøkjaratalið verið rættiliga støðugt og hevur ligið um 30-40 umsóknir hvørt árið. Av hesum eru einir 22-26 næmingar byrjaðir á skúlanum.
Í 2013 gjørdist útbúgvingin á Fiskivinnuskúlanum partur av nýggju gymnasialu breytaskipanini, og næmingarnir ganga á tilfeingisbreytini. Nýggja breytin er serliga lagað til føroyska samfelagið og ætlað teimum, sum hava áhuga fyri náttúru, náttúrutilfeingi, umhvørvi og burðardyggari nýtslu av livandi tilfeinginum. Teir fyrstu næmingarnir á tilfeingisbreytini taka prógv í 2016.
Skúlin hevur í fleiri umførum skipað fyri skeiðum til vinnuna, m.a. skeiðum til alivinnuna og í innaneftirliti og matvørutrygd.
Royndir at bøta um hølistørvin
Hølisviðurskiftini hjá skúlanum vóru út av lagi vánalig frá byrjan, men royndir vórðu gjørdar at útvega skúlanum frægari høli.
Í skrivi til skúlamyndugleikarnar í 1997 mælti skúlin til at leiga ein part av eini virkishøll í Vestmanna. Hølini vóru partvíst innrættað, men neyðugt var at umbyggja og byggja afturat inni í høllini, um hetta skuldi vera nøktandi loysn. Tingast var aftur og fram um leigu, keyp og treytir, men ætlanin gjørdist av ongum.
Í 2000 setti Signar á Brúnni, táverandi landsstýrismaður, limir í nevnd við breiðari umboðan fyri føroysku fiskivinnuna at gera álit um útbúgvingar innan fiskivinnuna. Í álitinum frá nevndini varð mælt til at seta á stovn fiskivinnu- og havbúnaðarmiðstøð við eini útbúgvingareind (sum m.a. fevndi um verandi fiskivinnuskúla), eini menningareind og eini kunningareind.
Á løgtingsfíggjarlógini og í eykafíggjarlóg í 2002 vórðu pengar settir av at keypa høllina í Vestmanna og at innrætta bygningin til skúlabrúks. Partarnir samdust um keypsprísin, men Mentamálaráðið legði ávísar treytir við keypinum. Byggiumsitingin hjá landinum varð síðan biðin um at kanna bygningin og undirlendið. Tá avtornaði mælti byggiumsitingin frá at keypa bygningin til ætlaða endamálið. Tí gjørdist keypið av ongum.
Nýggjur skúli í 2009
Í juli 2002 setti Óli Holm, landstýrismaður nevnd at gera álit um hølisviðurskiftini hjá Fiskivinnuskúlanum. Nevndin læt landstýrismanninum álit í januar 2003, har mælt varð til at byggja nýggjan skúla og sjódepil í Vestmanna. Nevndin mælti til at byrja við at byggja sjálvan skúlan sum 1. byggistig. Fyrra stigið skuldi fevna um 1200 fermetar og varð mett at kosta um 22 mió. kr í dagsins prísi.
Seinni varð mælt til at byggja um 1000 fermetrar afturat til sjálvan sjódeplin. Hetta seinna byggistigið, sum í stóran mun skuldi vera ein tænastumiðstøð til vinnuna, gjørdist tó ongantíð veruleiki.
Í november 2003 setti Annita á Fríðriksmørk, landsstýriskvinna bygginevnd at fyrireika bygging av nýggum skúla. MAP-arkitektar vórðu valdir at fyrireika byggingina. Arkitektarnir mæltu í fyrstu syftu til at byggja 1550 fermetrar fyri 27,3 mió. kr. Bygningurin var væl størri, og prísurin væl hægri enn hølisnevndin frammanundan hevði mælt til. Tí varð skorið í hølisskránni, og bygningurin minkaður til góðar 1200 fermetrar.
Hetta uppskotið fekk undirtøku í Mentamálaráðnum, og í mai 2005 samtykti Løgtingið í verklagslóg at heimila bygging av nýggjum skúla fyri í mesta lagi 22 mió. kr. Gamla kostnaðarmetingin frá 2003, sum heldur ikki var serliga neyv, vísti seg skjótt ikki at halda, hóast roynt var at spara. Tí varð skúlabyggingin boðin út heilar fýra ferðir, áðrenn tað eydnaðist at fáa skúlan bygdan. Tá hevði Løgtingið játtað 29 mió. kr. tilsamans til sjálvan skúlabygningin.
Í juni 2007 varð byggisáttmáli undirskrivaður við M.T. Højgaard, og í mars 2009 flutti skúlin inn í nýggjan og stásiligan skúlabygning á ferjuleguni í Vestmanna.
Samanumtøka
Fiskivinnuskúlin hevur nú virkað í 25 ár. Hølisviðurskiftini hjá skúlanum vóru ógvuliga vánalig tey fyrstu 20 árini, men hetta broyttist munandi, tá nýggi skúlin varð tikin í brúk. Flestu næmingarnir, sum tóku prógv á skúlanum fyrstu árini, vóru tilkomin fólk, sum brúktu prógvið til at finna sær starv í vinnuni. Síðst í 90-unum minkaði umsøkjaratalið. Fá av teimum, sum tóku prógv á skúlanum fyrstu árini, fóru undir víðari útbúgving.
Síðan er umsøkjaratalið vaksið nógv aftur, og nú eru tað í flestu førum ungdómar, sum koma á skúlan at taka eina gymnasiala útbúgving. Flestu teirra ætla sær at útbúgva seg víðari.
Um 300 fólk hava tikið prógv av Fiskivinnuskúlanum síðan 1990, og nógv tey flestu hava tikið 3 ára HIF-prógv (hægri prógv innan fiskivinnu). Hesi síggjast nú aftur í vinnuni. Fleiri teirra eru í størvum, sum skúlin upprunaliga varð ætlaður til, meðan onnur eru farin heilt aðrar vegir.
Frá á sumri 2013 hevur Fiskivinnuskúlin verið partur av nýggju gymnasialu breytaskipanini og bjóðar næmingum at ganga á tilfeingisbreytini. Í løtuni ganga 66 næmingar í trimum flokkum á skúlanum, sum nú heldur er ein tilfeingisskúli enn ein fiskivinnuskúli. Tí verður navnið “Tilfeingisskúlin” brúkt sum undirheitið til upprunaliga navnið.
Jákup Andreasen
Skúlastjóri
Miðnámsskúlin í Vestmanna hevur nú rundað tey 30 árini, har serliga tey fyrstu árini vóru baldrut, men skúlin hevur spakuliga ment seg øll hesi árini. Jákup Andreasen, sum framvegis er skúlastjóri, varð settur stjóri á nýstovnaða Fiskivinnuskúlanum tann 13. januar 1989, og tískil hava bæði skúli og skúlastjóri 30 ár á baki.
Beinanvegin varð farið undir at fyrireika nýggju útbúgvingina, sum serliga varð ætlað leiðandi starvsfólkum innan fiskavirking og aling. Teir fyrstu næmingarnir byrjaðu á skúlanum í september 1989. Flestu teirra, sum tóku prógv á skúlanum fyrstu árini, vóru tilkomin fólk, sum brúktu prógvið til at finna sær starv í vinnuni, og bara heilt fá fóru undir víðari útbúgving.
Um 450 fólk hava tikið prógv av skúlanum síðan 1990, og nógv tey flestu hava tikið 3 ára HIF-prógv (hægri prógv innan fiskivinnu). Hesi síggjast aftur í vinnuni. Fleiri teirra eru í størvum, sum skúlin upprunaliga varð ætlaður til, meðan onnur eru farin heilt aðrar vegir. Síðstu árini eru alsamt fleiri, sum eru farin undir víðarigangandi og hægri útbúgvingar.
Hølisviðurskiftini hjá skúlanum vóru ógvuliga vánalig tey fyrstu 20 árini, og at enda húsaðist skúlin í fýra ymsum sethúsum Inni á Fjørð í Vestmanna. Men hetta broyttist munandi, tá nýggi nýmótans skúlin á ferjuleguni varð tikin í brúk í mars mánaða 2009. Ungdómarnir, sum nú ganga á skúlanum, taka eina gymnasiala útbúgving, og flestu teirra ætla sær at útbúgva seg víðari.
Frá á sumri 2013 hevur Fiskivinnuskúlin verið partur av nýggju gymnasialu breytaskipanini og bjóðar næmingum at ganga á gymnasialu tilfeingisbreytini, sum tann einasti miðnámsskúlin í landinum. Teir seinastu næmingarnir, sum gingu eftir gomlu skipanini, tóku prógv á skúlanum á sumri 2015. Eftir hetta hóskaði gamla navnið á skúlanum ikki til innihaldið í útbúgvingini, og í 2017 varð navnið á skúlanum broytt til “Miðnám í Vestmanna”.
Jákup Andreasen, skúlastjóri, sigur, at hóast 30 ár kann tykjast long tíð í sama starvi, so hava hesi árini verið avbera spennandi, tí nógvar broytingar eru gjørdar bæði í innihaldi og í útbúgvingarskipanini. Umframt skeið til ali- og matvøruvinnuna, sum fingu góða undirtøku, bjóðaði skúlin út yrkisútbúgvingar til landbúnaðin, fiskavirkisvinnuna, alivinnuna og innan fiskireiðskap fyri nøkrum árum síðan, men hesar fingu ongantíð nakra serliga undirtøku.
Skúlin fer nú eisini undir at útbúgva starvsfólk til ferðavinnuna, nú talið av ferðafólki er skjótt vaksandi. Síðsta vetur skipaði skúlin fyri ferðaleiðaraskeiði eftir ynski frá vinnuni og skúlamyndugelikunum, og 19 nýggir ferðaleiðarar fingu prógv síðsta summar. Væntandi verður eitt ferðaleiðaraskeið boðið út aftur nú í summar. Arbeitt verður eisini við at fyrireika eina nýggja ferðavinnuútbúgving eftir skipanini um styttri framhaldsútbúgvingar, men enn er ógreitt, um nýggja útbúgvingin verður klár at bjóða út longu í summar.
Miðnám í Vestmanna tekur dátutrygd og verju av persónsupplýsingum í størsta álvara, og tiltøk eru sett í verk fyri at tryggja og verja persónsupplýsingar. Ikki einans við at tryggja okkara KT-skipanir, men eisini við at verja og handfara persónsupplýsingar sambært galdandi lóggávu.
Í hesi dátuverndarkunning kanst tú lesa nærri um, hvussu vit viðgera persónsupplýsingar í okkara arbeiði og um tíni rættindi í hesum sambandi.
Endamálið við kunningini er, at tú sum viðskiftafólk - eins væl og næmingar og starvsfólk okkara - skalt kenna teg trygga/-an. Umframt hetta, at tú fært svar upp á spurningar viðvíðkjandi dátutrygd á Miðnámi í Vestmanna og viðvíkjandi rættindum í mun til okkara viðgerð av persónsupplýsingum.
Viðgerð av tínum persónsupplýsingum
Miðnám í Vestmanna viðger persónsupplýsingar fyri at kunna útinna tær uppgávur, sum lógin áleggur stovninum. Tað kann vera ein umsókn um upptøku, umframt aðrar uppgávur stovnurin hevur fingið álagt.
Júst hvørjar upplýsingar vit viðgera, valdast endamálið við uppgávuni, sum vit skulu loysa. Vit innsavna einans upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at vit fáa viðgjørt eitt mál. Hetta kunnu vera vanligar persónsupplýsingar og viðkvæmar persónsupplýsingar, alt eftir endamálinum við viðgerðini.
Hvaðani koma upplýsingarnar?
Aloftast fáa vit upplýsingarnar beinleiðis frá tær.
Vit kunnu tó eisini fáa upplýsingar frá eitt nú myndugleikum og stovnum, s.s. Barna- og útbúgvingarmálaráðnum og Fólkayvirlitinum.
Tú hevur rætt til at verða kunnað/ur um, hvørjar upplýsingar vit skráseta um teg.
ViðgerðarheimildDátuverndarlógin er lógliga viðgerðarheimildin fyri okkara innsavnan og viðgerð av tínum persónsupplýsingum.
Les dátuverndarlógina her.
Hvar innsavnar Miðnám í Vestmanna upplýsingarnar, og hvat verða tær brúkar til?
Hvar innsavna vit persónsupplýsingar?
Miðnám í Vestmanna fær upplýsingar um ein næming, tá ið viðkomandi hevur søkt um upptøku. Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit fáa upplýsingar um teg.
Hvat verða upplýsingarnar brúktar til?
Miðnám í Vestmanna viðger persónsupplýsingar fyri at kunna útinna tær uppgávur, sum eru álagdar stovninum við lóg.
Hvør fær upplýsingarnar, og hvussu leingi verða tær goymdar?
Hvør fær upplýsingarnar?
Alt eftir hvørja viðgerð talan er um, víðarigevur Miðnám í Vestmanna upplýsingar til:
- dátuviðgerar, ið umsita/hýsa upplýsingar stovnsins vegna, eitt nú Pf. Elektron og Pf. Formula,
- almennar myndugleikar, ið viðgera upplýsingarnar til egið endamál, eitt nú Gjaldstovuna, Studna og Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
Hvussu leingi verða upplýsingarnar goymdar?
Miðnám í Vestmanna hevur skyldu til at varðveita upplýsingar í málum, fyri at skjalfesta málviðgerðina. Hetta er krav sambært fyrisitingarlógini, skjalasavnslógini osfr.
Vit strika upplýsingar, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur.
Á nøkrum økjum kann longri strikingarfreist vera ásett í lóg.
Miðnám í Vestmanna á sosialum miðlum
Tá ið tú brúkar Facebook- og Instagram-síðurnar hjá Miðnámi í Vestmanna, savna Facebook og Instagram upplýsingar inn um teg við at brúka farspor. Hetta merkir, at vit kunnu fáa hagtøl yvir vitjandi á síðunum, og Facebook og Instagram brúka hesar upplýsingar til at tillaga tín vanga og fyri at vita, hvørjar lýsingar tú skalt síggja.
Hvørji rættindi hevur tú?
Tú hevur fleiri rættindi, tá ið Miðnám í Vestmanna viðger persónsupplýsingar um teg. Set teg í samband við okkum, um tú vilt brúka rættindi tíni.
Rættindi til kunning
Miðnám í Vestmanna hevur skyldu til at siga tær frá, tá ið vit savna inn og viðgera persónsupplýsingar um teg. Tú hevur til dømis rætt til at fáa upplýst endamál og rættargrundarlag fyri viðgerðini.
Við hvørt er kunningarskyldan ikki galdandi. Hetta er til dømis, tá ið tú kennir upplýsingarnar frammanundan, ella tá ið tíni áhugamál at fáa upplýsingarnar mugu víkja fyri øðrum privatum ella almennum áhugamálum.
Rættindi til innlit
Tú hevur sum útgangsstøði rætt til innlit í viðgerð hjá Miðnámi í Vestmanna av persónsupplýsingum um teg. Tað merkir, at tú hevur rætt til at fáa staðfest, um persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, og tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í onnur viðurskifti kring upplýsingarnar, til dømis hvussu leingi tær verða varðveittar, og hvønn tær verða víðarigivnar til.
Rættindi til rætting
Tú hevur rætt til at fáa skeivar upplýsingar um teg rættaðar.
Rættindi til striking
Í serligum førum, eitt nú um persónsupplýsingarnar um teg ikki eru viðkomandi hjá okkum longur, hevur tú rætt til at fáa tær strikaðar, áðrenn tær eiga at verða strikaðar eftir vanligum reglum.
Rættindi til avmarkaða viðgerð
Tú hevur stundum rætt til at fáa viðgerðina av persónsupplýsingum tínum avmarkaða. Tá kann Miðnám í Vestmanna einans viðgera tær upplýsingar, sum avmarkingin rakar, um stovnurin til dømis hevur eitt samtykki frá tær, ella um ein annar persónur skal verjast. Varðveitslan av upplýsingunum kann tó ikki avmarkast.
Rættindi til at mótmæla
Tú hevur rætt til at mótmæla eini annars lógligari viðgerð av persónsupplýsingum tínum, um tú hevur eina serliga orsøk til tað.
Rættindi til dátuflutning
Tú hevur rætt til at fáa persónsupplýsingar tínar útflýggjaðar í einum skipaðum, vanligum og teldutøkum sniði og at flyta tær frá einum dátuábyrgdara til annan uttan forðingar, um so er, at viðgerðin av persónsupplýsingunum er grundað á samtykki frá tær ella avtalu við teg. Uttan tað hevur tú ikki rætt til dátuflutning.
Dátuverndarfólk
Katrin Jacobsen er dátuverndarfólk á Miðnámi í Vestmanna.
Um tú hevur spurningar um viðgerð av persónupplýsingum á Miðnámi í Vestmanna, kanst tú venda tær til Katrin á teldupostadressu katrinj@bumr.fo. Heitið á teldupostinum skal vera “Att. dátuverndarfólk”. Tú kanst eisini senda eitt vanligt bræv til J.H.Schrøtersgøta 7, Postrúm 3279, FO-110, Att.: dátuverndarfólk.
Samskiftisupplýsingar
Miðnám í Vestmanna er dátuábyrgdari fyri viðgerð, sum fer fram á stovninum.
Miðnám í Vestmanna
Fjarðarvegur 4
350 Vestmanna
Teldupostur: miv@miv.fo
Telefon: 424 573
Skrivstovan er opin gerandisdagar kl. 8.00 til kl. 16.00.
Klagumøguleikar
Dátueftirlitið hevur eftirlit við, at galdandi lógir og reglur á dátuverndarøkinum verða fylgdar. Skrásetti kann sambært § 76 í dátuverndarlógini klaga til Dátueftirlitið, um tú metir, at Miðnám í Vestmanna ikki hevur viðgjørt tínar persónsupplýsingar í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini. Hetta gerst tú við at venda tær til:
Dátueftirlitið
Postboks 300
110 Tórshavn
Teldupostasdressa: dat@dat.fo
Heimasíða: https://www.dat.fo/