Opna leita
Opna menu Opna menu
Testmynd2 (1)

Aliútbúgvingin

Aliútbúgvingin er ein yrkisútbúgving, ið tekur 4 ár. Útbúgvingin er ein samanrenning millum upplæring á læruplássi og undirvísing í skúla.

Tú fært møguleika fyri at arbeiða yrkisliga við aling á sjógvi og landi, og kemur at vera partur av arbeiðstoymum á virkjum, sum reka alibrúk og smoltstøðir, við støðugum atliti til burðardygga gagnnýtslu av tilfeinginum. Í skúla lærir tú um ástøðilig viðurskifti í samband við aling, so tú eisini mennir tín fakliga kunnleika kring aling.

Lærutíðin

Les meira um Lærutíðin Les meira um Lærutíðin

Lærutíðin er 4 ár, og útbúgvingin fer fram skiftivís á læruplássi, sum myndugleikarnir hava góðkent, og í skúla.
Útbúgvingin er 2½ ár á læruplássi, 1½ ár í skúla, og fevnir um hesar partar:

  1. Byrjunarupplæring á læruplássi í 1 - 10 vikur
  2. 1. skúlaskeið á 20 vikur - endar við próvtøkum
  3. 50 vikur á læruplássi
  4. 2. skúlaskeið á 20 vikur - endar við próvtøkum
  5. 40 vikur á læruplássi
  6. 3. skúlaskeið á 10 vikur - endar við próvtøkum
  7. 40 vikur á læruplássi
  8. 4. skúlaskeið á 10 vikur - verkætlan og sveinaroynd

Upptøka

Les meira um Upptøka Les meira um Upptøka

Alifyritøkurnar søkja eftir alilærlingum tíðliga um várið.
Lýsingar eftir alilærlingum síggjast eisini á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum.

9. floks prógv er kravt, og í mesta lagi 15 næmingar verða tiknir upp til útbúgvingina á hvørjum ári.

Lærugreinar

Les meira um Lærugreinar Les meira um Lærugreinar

Skúlagongdin í útbúgvingini fevnir um almennar lærugreinar, yrkislærugreinar og vallærugreinar.

Almennu lærugreinarnar eru evnafrøði C, lívfrøði C, enskt C, støddfrøði E og føroyskt E, meðan yrkislærugreinarnar eru aling av fiski, anlegg og tøkni, trygd, burðardygg framleiðsla og alibúskapur.

Møguleiki er fyri at hækka E-stigið í støddfrøði og føroyskum upp á eitt C-stig ígjøgnum útbúgvingina, um ynski er til tess.

Evnafrøði C

Alt livandi og eisini alt tað materiella, vit menniskju hava og vilja hava, er gjørt av evnum, sum kunnu umgerast við evnafrøðiligum reaktiónum. Evnafrøðingurin kannar og greinar eginleikar hjá evnum og fortreytirnar fyri, at hesi kunnu umgerast.

Sum vísindagrein hevur evnafrøðin ein týðandi leiklut, serliga tá ið talan er um at skilja og at skapa framburð í sambandi við t.d. biotøkni, nanotøkni, nýggj materiali, heilivág og matvøruframleiðslu. Evnafrøðilig gransking hevur tí ein avgerandi leiklut í tilveruni hjá einstaka menniskjanum, og harumframt í tí tøkniliga og búskaparliga framburðinum í samfelagnum. Evnafrøðilig gransking hevur eisini stóran týdning í sambandi við, at ætlanin um burðardyggan framburð verður borin á mál.

Í samspæli við aðrar lærugreinar er evnafrøði sum náttúruvísindalig lærugrein við til at fremja framburð í nýtíðar heimsmyndini.

Fatan av hugtøkum og evnafrøðiligari vitan mennist gjøgnum samspælið millum eygleiðingar og royndir øðrumegin og ástøði og myndlagerð hinumegin. Henda sínámillum ávirkan er týdningarmikil fyri undirvísingina í evnafrøði.

Undirvísingin í evnafrøði á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.

Námsætlanin fyri Evnafrøði C.

Lívfrøði C

Í strembanini eftir at lívbjarga sær undir ymiskum og skiftandi korum hevur menniskjað til allar tíðir útvegað sær vitan og kunnleika um ymisk náttúrufyribrigdi. Á økjum sum t.d. snúgva seg um gróður, umhvørvi, biotøkni, heilivág og heilsu økist henda vitan í dag við nógvari ferð. Undirvísingin í lívfrøði snýr seg tískil um alt livandi, heilt frá lívfrøðiligum tilgongdum á mýlastøði í kyknuni til lívfrøðiliga samanspælið í lívhválvinum øllum. Førleiki í lívfrøði snýr seg um at duga at brúka hesa fakligu vitan at lýsa og skilja nýggj fyribrigdi, fáa nýggja vitan til vega og samskifta á fakligum stigi um ymisk samfelagslig viðurskifti. Vitan og fatan í lívfrøði eru grundað á náttúruvísindaligar arbeiðshættir.

Lívfrøði er lærugrein, ið byggir á royndir, har kanningar og royndir, bæði í starvsstovu og úti í náttúruni leggja støði undir innlit í tað fjølbroytnið, sum er í lívfrøðiligum skipanum. Í sambandi við grein­ing av lívfrøðiligum spurningum og úrslitum verður dentur lagdur á at finna fram til, hvussu viðurskiftini eru skipað, og at gera uppskot til myndlar.

Í samstarvi við aðrar lærugreinar gevur lívfrøðin sítt íkast til fatan av bæði okkum sjálvum, sum ein livandi vera av fleiri, og samspælinum millum menniskjað og náttúruna rundan um okkum. Samstundis veitir lívfrøðin næminginum eitt fakligt grundarlag at menna sína lívfrøðiligu vitan, ið er ein grundleggjandi fyritreyt fyri burðardyggari umsiting av náttúrutilfeinginum og umhvørvinum, og sum ger hann føran fyri at taka støðu og ábyrgd, umframt at skapa ein hugburð í sambandi við siðalagsligar, heilsuligar og samfelagsligar spurningar, ið eru uppi í tíðini.

Undirvísingin í lívfrøði á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.

Námsætlanin fyri Lívfrøði C.

Enskt C

Enskt er førleika-, vitanar- og mentanarlærugrein. Lærugreinin snýr seg um enskt mál, enskmælta mentan og alheims viðurskifti. Enskt er altjóða samskiftismál og týðandi liður í alheimsgerðini. Kunnleiki til fremmand mál og fremmanda mentan er vekjandi og fremjandi fyri tolsemi.

Enskt mál og ensk mentan eru partur av føroyskari og altjóða vesturheimsmentan, og tí gevur enskt eina smidligari atgongd til onnur mál og aðrar mentanir nær og fjar, umframt at tað styrkir fatanina av, at vit eru partur av altjóðasamfelagnum.

Í millumtjóða samskifti er enskt mál tað ráðandi málið. Tí er umráðandi at læra enskt og teir læringarhættir, ið gera okkum før fyri at samskifta á enskum. Soleiðis kunnu vit fáa innlit í okkara egna mál og í onnur mál, alheims bókmentir, vísindi og fagrar listir.

Í lærugreinini verður talað og skrivað á enskum, og ástøðilig vitan um kjarnaøkini í lærugreinini verður nýtt.

Undirvísingin í enskum á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.

Námsætlanin fyri Enskt C.

Støddfrøði E/C

Støddfrøðin ger vart við seg á so mongum týdningarmiklum samfelagsøkjum, eitt nú í medisini, búskapi, tøkni, samskifti, orkuumsiting og byggivirksemi.. Hollur støddfrøðiligur førleiki er neyðugur fyri at kunna skilja og hava ávirkan á mannagongdir í samfelagnum.

Til tann støddfrøðiliga førleikan hoyrir eisini at loysa uppgávur. Tað er at lýsa og umskapa eitt greiðsluevni til eina støddfrøðiliga uppgávu, loysa hana og meta um týdningin av henni. Í støddfrøðini nýtir næmingur ymiskar hjálparmiðlar, bæði bøkur og tøknilig tól.

Støddfrøði á E-stigi skal geva næminginum grundleggjandi støddfrøðiligar førleikar innan ta  verkligu útbúgvingina, sum næmingurin er farin undir.

Undirvísingin í støddfrøði á E-stigi fevnir um 72 pultstímar.

Námsætlanin fyri støddfrøði E

Møguleiki er fyri at hækka E-stigið í støddfrøði upp á eitt C-stig.

Námsætlanin fyri støddfrøði C

Føroyskt E/C

Lærugreinin føroyskt tekur støði í næminginum í síni heild, varðar um vitbornu evnini eins og tey kensluligu og sosialu. Lærugreinin er høvuðsamboð í føroyskum skúlaskapi og er miðdepil í søgu- og nútíðarhøpi, eins og í føroyskum og altjóða samanhangi.

Við at síggja móðurmálið og mentanina í einum søguligum og tjóðarligum høpi fær næmingurin innlit í og verður tilvitaður um føroyska samfelagið. Lærugreinin føroyskt í alheimshøpi er við til at menna albúgving, mentanarfatan, tolsemi og virðing fyri fólki úr øðrum mentanum.

Kjarnin í lærugreinini byggir á eitt breitt úrval av føroyskum tekstum, bæði munnligum, skrivligum og margháttaðum, har samspæl er millum skrift, ljóð og mynd.

Námsætlanin fyri føroyskt

Møguleiki er fyri at hækka E-stigið í føroyskum upp á eitt C-stig.

Vallærugreinar

Í útbúgvingini eru tvær vallærugreinar, býttar á 2. og 3. skúlaskeið.

Vallærugreinarnar miða eftir at nøkta áhugamál lærlingsins, at stuðla áhugan fyri framhaldandi útbúgving og at menna yrkis- og lestrarførleikan. Vallærugreinarnar stimbra eisini vanligu førleikakrøvini og arbeiðsmøguleikarnar í samfelagnum.

Aling av fiski

Aling av fiski er ein lærugrein, har lærlingurin ognar sær vitan um  gongdina frá lívfiski gjøgnum alla ringrásina í alingini umvegis tøku til døgurðaborðið hjá endaligu brúkarunum. Lærlingurin fær kunnleika um røkt og rakstur av ymsu sløgunum av aliútbúnaði við støði í umhvørvisligum, etiskum, lívfrøðiligum, tøkniligum og búskaparligum viðurskiftum. Lærugreinin skal geva lærlinginum førleikar at fremja burðardygga og trygga matframleiðslu. Lærugreinin skal birta undir umhugsni og medvit við at vísa á sambandið millum lívfrøði, tøkni og búskap innan nátturugivnu karmarnar.

Undirvísingin í aling av fiski fevnir um 480 pultstímar.

Námsætlan fyri aling av fiski, sí s. 17.

Alitøkni

Alitøkni er ein lærugrein, har lærlingurin ognar sær vitan um framleiðslueindir og framleiðslustýringar innan alivinnuna og um viðlíkahald av hesum.

Í lærugreinini lærir lærlingurin um tøkniútbúnað, um framleiðsluútgerð og um viðlíkahald og viðlíkahaldsskipanir til aling av vatnlivandi verum.

Undirvísingin í alitøkni fevnir um 360 pultstímar.

Námsætlan fyri alitøkni, sí s. 22.

Trygd

Trygd og trygdarfatan er ein størri og størri partur av øllum arbeiðsgongdum í alivinnu sum aðrari vinnu. Hendan lærugreinin er ætlað at geva lærlingum eina grundleggjandi fatan av hugtakinum og hvussu hugtakið myndar alt arbeiðið í alivinnuni í dag.

Undirvísingin í trygd fevnir um 140 pultstímar.

Námsætlan fyri trygd, sí s. 26.

Burðardygg framleiðsla

Hugtakið burðardygd varð fyrstu fer lagt fram í Brundtland frágreiðingini 1987. Hendan lærugreinin 
skal geva lærlingum eina grundleggjandi fatan av hugtakinum og hvussu hugtakið myndar 
tilfeingisvinnurnar í størri og størri mun.

Undirvísingin í Burðardyggari framleiðslu fevnir um 140 pultstímar.

Námsætlan fyri Burðardygga framleiðslu, sí s. 30.

Alibúskapur

Alibúskapur er ein lærugrein, har lærlingurin ognar sær vitan um serligu búskaparligu viðurskiftini, ið eru galdandi innan alingina, har langa framleiðslutíðin og stóra likviditetsbindingin skapa serligar búskaparligar fortreytir.

Undirvísingin í Alibúskapi fevnir um 100 pultstímar.

Námsætlan fyri Alibúskap, sí s. 34

Próvtøkur

Les meira um Próvtøkur Les meira um Próvtøkur

Í alaraútbúgvingini eru 5 almennar lærugreinar, 5 yrkislærugreinar og 2 yrkisvallærugreinar.

Hildin verður próvtøka í 3 almennum lærugreinum, 2 yrkislærugreinum og 1 vallærugrein, umframt yrkisroyndini.

Próvstovan ger av, hvørjar yrkislærugreinar skulu til próvtøku, eftir sama leisti sum á teimum gymnasialu breytunum. Fyri at standa próvtøkuna skal lærlingurin í minsta lagi hava 02.
Um próvtøka ikki er í lærugreinini, verður endaliga ársmetið skrivað í prógvið.

Í mai-juni 2. skúlaskeið og 3. skúlaskeið eru próvtøkur í yrkislærugreinum.

3. skúlaskeið verður farið til próvtøku í antin almennari valllærugrein, sum skúlin bjóðar út, ella í Støddfrøði C/Føroyskt C lyft frá E stig til C stig.

Við endan av seinasta skúlaskeiði fer næmingurin til yrkisroynd. Yrkisroyndin er ein skrivlig verkætlan, sum hevur tilknýti til arbeiðið á læruplássinum. Munnlig próvtøka verður hildin við støði í verkætlanini.

Lóggáva

Les meira um Lóggáva Les meira um Lóggáva

Aliútbúgvingin hevur heimild í lóg um yrkisútbúgvingar og er lýst neyvt í einari námsskipan, sum ein yrkisnevnd hevur góðkent. Yrkisdepilin umsitir lærusáttmálar og er skrivstova hjá yrkisnevndini.

Kunngerð um yrkisútbúgving innan aling á sjógvi og landi

Løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar

Námsskipan fyri aliútbúgvingina

Opna leita
Opna menu
  1. Heim

21. juni, 14:00 - 17:00

Prógvhandan

Sed ut perspiciatis unde omnis iste natus error sit voluptatem accusantium doloremque laudantium, totam rem aperiam, eaque ipsa quae ab illo inventore veritatis et quasi architecto beatae vitae dicta sunt explicabo.