Tilfeingisbreytin
Lokal, grøn og global
Tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna er ein gymnasial miðnámsútbúgving, ið tekur 3 ár. Útbúgvingin er ætlað føroyskum ungdómum, sum hava áhuga fyri náttúruni, umhvørvinum og burðardyggari gagnnýtslu av náttúruríkidøminum.
Á tilfeingisbreytini verður serliga undirvíst í náttúruvísindaligum lærugreinum á C-, B- og A-stigi. Á breytini eru tvær lærugreinir, sum ikki finnast á øðrum breytum. Tann fyrra lærugreinin er tilfeingisfrøði á B-stigi, sum skal geva næmingunum grundleggjandi vitan um tey ymsu sløgini av livandi verum í føroysku náttúruni, og tann samfelagsliga týdningin, tey hava. Næmingarnir skulu eisini duga at meta um, hvussu vit gagnnýta okkara náttúrutilfeingi, sum er, og um menningarmøguleikar fyri betri gagnnýtslu í framtíðini, so vit fáa fleiri arbeiðspláss í Føroyum.
Hin lærugreinin er tilfeingi á A-stigi, har næmingarnir arbeiða við fýra verkætlanum triðja skúlaárið. Verkætlanir kunnu gerast innan hesi øki: Náttúrutilfeingi, aling, landbúnað, fiskiskap og veiðu, framleiðslu og náttúrunýtslu.
Nýggja tilfeingisbreytin er grundað á tey føroysku náttúruvirðini, sum gevur teimum ungu eina føroyska barlast, áðrenn tey fara at lesa víðari, antin tað veri seg í Føroyum ella í uttanlands.
Av útbúgvingum, sum næmingar við prógvi frá Miðnámi í Vestmanna eru farnir undir, kunnu nevnast: medicin, sjúkrarøktarfrøði, støddfrøði, námsfrøði og til djóralækna.
Niðanfyri kanst tú lesa um tær kravdu lærugreinarnar á Tilfiengisbreytini.
Nakrar av lærugreinunum hevur tú bert eitt ár, nakrar í tvey ár og aftur aðrir hevur tú øll trý árini.
Føroyskt A
Lærugreinin føroyskt tekur støði í næminginum í síni heild, varðar um vitbornu evnini eins og tey kensluligu og sosialu. Lærugreinin er høvuðsamboð í føroyskum skúlaskapi og er miðdepil í søgu- og nútíðarhøpi, eins og í føroyskum og altjóða samanhangi.
Við at síggja móðurmálið og mentanina í einum søguligum og tjóðarligum høpi fær næmingurin innlit í og verður tilvitaður um føroyska samfelagið. Lærugreinin føroyskt í alheimshøpi er við til at menna albúgving, mentanarfatan, tolsemi og virðing fyri fólki úr øðrum mentanum.
Kjarnin í lærugreinini byggir á eitt breitt úrval av føroyskum tekstum, bæði munnligum, skrivligum og margháttaðum, har samspæl er millum skrift, ljóð og mynd.
Undirvísingin fevnir um 315 klokkutímar.
Tilfeingi A
Lærugreinin tilfeingi skal geva næmingunum holla vitan um náttúruna og gott skil fyri at gagnnýta tað livandi náttúrutilfeingið á lívfrøðiliga burðardyggan hátt við atliti at náttúrumargfeldinum. Eyðkent fyri lærugreinina er, at partur av undirvísingini fer fram á stovnum, virkjum og á starvsstovu. Tilfeingi er ein samanhangandi tvørfaklig lærugrein. Undirvísingin verður framd sum verkætlanarundirvísing við samspæli millum ástøði og praktiskar royndir á stovnum, virkjum, á starvsstovu ella í náttúruni. Verkætlanarundirvísingin skal tryggja fakliga dýpan, sjálvstøðugt arbeiði, umhugsni og kunnleika til arbeiðshættir, ið verða nýttir í sambandi við verkætlanir. Verkætlanargongdirnar verða skipaðar soleiðis, at faklig vitan í øðrum lærugreinum í útbúgvingini verður samskipað skynsamt og viðkomandi.
Undirvísingin í tilfeingi á A-stigi fevnir um 265 klokkutímar.
Enskt B
Enskt er førleika-, vitanar- og mentanarlærugrein. Lærugreinin snýr seg um enskt mál, enskmælta mentan og alheims viðurskifti. Enskt er altjóða samskiftismál og týðandi liður í alheimsgerðini. Kunnleiki til fremmand mál og fremmanda mentan er vekjandi og fremjandi fyri tolsemi.
Enskt mál og ensk mentan eru partur av føroyskari og altjóða vesturheimsmentan, og tí gevur enskt eina smidligari atgongd til onnur mál og aðrar mentanir nær og fjar, umframt at tað styrkir fatanina av, at vit eru partur av altjóðasamfelagnum.
Í millumtjóða samskifti er enskt mál tað ráðandi málið. Tí er umráðandi at læra enskt og teir læringarhættir, ið gera okkum før fyri at samskifta á enskum. Soleiðis kunnu vit fáa innlit í okkara egna mál og í onnur mál, alheims bókmentir, vísindi og fagrar listir.
Í lærugreinini verður talað og skrivað á enskum, og ástøðilig vitan um kjarnaøkini í lærugreinini verður nýtt.
Undirvísingin í enskum á B-stigi fevnir um 200 klokkutímar.
Evnafrøði B
Alt livandi og eisini alt tað materiella, vit menniskju hava og vilja hava, er gjørt av evnum, sum kunnu umgerast við evnafrøðiligum reaktiónum. Evnafrøðingurin kannar og greinar eginleikar hjá evnum og fortreytirnar fyri, at hesi kunnu umgerast.
Sum vísindagrein hevur evnafrøðin ein týðandi leiklut, serliga tá ið talan er um at skilja og at skapa framburð í sambandi við t.d. biotøkni, nanotøkni, nýggj materiali, heilivág og matvøruframleiðslu. Evnafrøðilig gransking hevur tí ein avgerandi leiklut í tilveruni hjá einstaka menniskjanum, og harumframt í tí tøkniliga og búskaparliga framburðinum í samfelagnum. Evnafrøðilig gransking hevur eisini stóran týdning í sambandi við, at ætlanin um burðardyggan framburð verður borin á mál.
Í samspæli við aðrar lærugreinar er evnafrøði sum náttúruvísindalig lærugrein við til at fremja framburð í nýtíðar heimsmyndini.
Fatan av hugtøkum og evnafrøðiligari vitan mennist gjøgnum samspælið millum eygleiðingar og royndir øðrumegin og ástøði og myndlagerð hinumegin. Henda sínámillum ávirkan er týdningarmikil fyri undirvísingina í evnafrøði.
Undirvísingin í evnafrøði á B-stigi byggir á C-stig og fevnir um 125 klokkutímar.
Lívfrøði B
Í strembanini eftir at lívbjarga sær undir ymiskum og skiftandi korum hevur menniskjað til allar tíðir útvegað sær vitan og kunnleika um ymisk náttúrufyribrigdi. Á økjum sum t.d. snúgva seg um gróður, umhvørvi, biotøkni, heilivág og heilsu økist henda vitan í dag við nógvari ferð. Undirvísingin í lívfrøði snýr seg tískil um alt livandi, heilt frá lívfrøðiligum tilgongdum á mýlastøði í kyknuni til lívfrøðiliga samanspælið í lívhválvinum øllum. Førleiki í lívfrøði snýr seg um at duga at brúka hesa fakligu vitan at lýsa og skilja nýggj fyribrigdi, fáa nýggja vitan til vega og samskifta á fakligum stigi um ymisk samfelagslig viðurskifti. Vitan og fatan í lívfrøði eru grundað á náttúruvísindaligar arbeiðshættir.
Lívfrøði er lærugrein, ið byggir á royndir, har kanningar og royndir, bæði í starvsstovu og úti í náttúruni leggja støði undir innlit í tað fjølbroytnið, sum er í lívfrøðiligum skipanum. Í sambandi við greining av lívfrøðiligum spurningum og úrslitum verður dentur lagdur á at finna fram til, hvussu viðurskiftini eru skipað, og at gera uppskot til myndlar.
Í samstarvi við aðrar lærugreinar gevur lívfrøðin sítt íkast til fatan av bæði okkum sjálvum, sum ein livandi vera av fleiri, og samspælinum millum menniskjað og náttúruna rundan um okkum. Samstundis veitir lívfrøðin næminginum eitt fakligt grundarlag at menna sína lívfrøðiligu vitan, ið er ein grundleggjandi fyritreyt fyri burðardyggari umsiting av náttúrutilfeinginum og umhvørvinum, og sum ger hann føran fyri at taka støðu og ábyrgd, umframt at skapa ein hugburð í sambandi við siðalagsligar, heilsuligar og samfelagsligar spurningar, ið eru uppi í tíðini.
Undirvísingin í lívfrøði á B stigi fevnir um 125 klokkutímar.
Støddfrøði B
Støddfrøðin er ein partur av okkara heimsumfatandi mentanararvi. Menniskjað hevur til allar tíðir roynt at ment støddfrøðina fyri at granska alheimin, fyri at skipa sínar royndir og fyri at lýsa og skilja samband í náttúruni og í samfelagnum. Ein annar íblástur til at menna støddfrøðina er gleðin við sjálvari støddfrøðini. Støddfrøðin nemur við mong týðandi samfelagsøki, so sum læknavísindi, búskaparfrøði, tøkni, samskifti, orkuumsiting og byggivirksemi. Tað merkir, at hollur førleiki í støddfrøði er ein fortreyt fyri, at samfelagið mennist. Eitt virkið fólkaræði krevur, at borgararnir kunnu seta seg inn í, skilja og kritiskt meta um rúgvismikla kunning, hagfrøðiligar greiningar og fíggjarligar forsagnir. Við hesum í huga er støddfrøðiligur førleiki neyðugur, skulu vit kunna skilja og ávirka mannagongdir í samfelagnum.
Til tann støddfrøðiliga førleikan hoyrir eisini at loysa uppgávur. Tað er at lýsa og umskapa ein trupulleika til eina støddfrøðiliga uppgávu, loysa hana og meta um týdningin av henni. Í støddfrøðini nýtir ein bæði hjálpartól og tøknitól. Førleiki í støddfrøði er eitt týdningarmikið amboð, og lærugreinin kann vera grundarlag undir víðari útbúgving og verða partur av yrkis- og frítíðarlívinum. Støddfrøðin er eisini grundarlag undir týdningarmiklum pørtum av okkara mentanararvi og undir menning av skilvísari hugsan. Á henda hátt hevur lærugreinin ein høvuðsleiklut í almennari mentan, tí tað ávirkar samleika, hugsanarhátt og sjálvsfatan.
Undirvísingin í støddfrøði B fevnir um 250 klokkutímar í 2 ár.
Tilfeingisfrøði B
Tilfeingisfrøði er ein samanhangandi tvørfaklig lærugrein, har lyklaorðini eru vitan um lívfrøðiligt margfeldi og skil fyri gagnnýtslu av livandi tilfeingi, lívfrøðiligum margfeldi og burðardygd. Lívið á gongustjørnuni jørðini er at síggja sum ein samanhangandi eind, sum vit eru lutur í og partur av, tí vit skulu bæði liva saman við og liva av náttúruni kring okkum.
Neyðugt er at læra tilfeingið á jørðini at kenna, tí vit skulu bæði liva í, saman við og av tí livandi tilfeinginum, sum finst á jørðini. At skilja, at vit eru lutir í og partar av tí livandi skipanini, er neyðugt, um vit skulu lívbjarga okkum í framtíðini. Við teirri tøkniligu menning, sum er farin fram tey seinastu árini, gagnnýta vit náttúruna øðrvísi enn fyrr. Við hesum fylgja vistfrøðiligir trupulleikar og ovnýtsla, sum vit í einari politiskari og fólkaræðisligari skipan mugu vera før fyri at taka støðu til. Tá ið vit gagnnýta tað livandi tilfeingið við teirri tøkni, ið vit hava í dag, er umráðandi, at vit hava gjølliga vistfrøðiliga vitan, sum eisini skal koma til sjóndar í teimum politisku avgerðum, ið tiknar verða.
Í stevnumiðunum í lógini um gymnasialar útbúgvingar er tilskilað: “Næmingurin skal gerast tilvitandi um tøkniligar og umhvørvisligar og aðrar avbjóðingar, so hann gerst førur fyri at virka fyri burðardyggari menning av samfelagnum”. Hetta eru avbjóðingar, sum vit sum samfelag og partur av altjóða samfelagnum standa andlit til andlits við, og sum einstaki næmingurin má gerast tilvitaður um. Skynsom og burðardygg umsiting, gagnnýtsla og virðisøking av náttúrutilfeinginum er treytað av hollari vitan um náttúruna og tey viðurskifti, ið ávirka hana. Undirvísing og miðlan á miðnámsstigi skulu skapa neyðugan áhuga og gróðrarbotn fyri teirri gransking, sum er neyðug fyri at fáa hesa vitan til vega.
Politiska skipanin í Føroyum hevur einsamøll ábyrgdina av einum sjó- og landaøki, sum er umleið 300.000 ferkilometrar til víddar. Politiska skipanin hevur tí eisini ábyrgdina av tilfeinginum, sum finst í økinum, og skyldu til at gagnnýta tað á skilagóðan og burðardyggan hátt. Hetta hava vit bundið okkum til í altjóða høpi. T.d. staðfesti Løgtingið í 1993 ST-sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi, sum 155 onnur lond eisini hava tikið undir við. Í okkara demokratisku skipan er neyðugt, at einstaki borgarin er førur fyri vandin at meta um vísindaligar tilráðingar og politiskar avgerðir, sum eru grundaðar á slíkar tilráðingar.Vistfrøði er læran um at skilja náttúrunnar húsarhald, og búskaparfrøði er læran um, hvussu vit fyrisita hetta. Fyri at fyrisita hetta á burðardyggan hátt, er neyðugt at skilja grundarlag og samanhangir hesum viðvíkjandi. Hugtakið burðardygd kann verða býtt sundur í hesar tríggjar høvuðspartar: Vistfrøðilig, búskaparlig og samfelagslig burðardygd. Vistfrøðilig burðardygd er, at menning í einum samfelagi fer fram innan karmarnar av verandi náttúrugrundarlagi og er tí yvirskipað hinum báðum, tí hetta er sjálvt grundarlagið fyri hinum báðum pørtunum.
Við einum so stórum náttúruríkidømi, sum vit umsita, hava vit skyldu til at varðveita og troyta hetta burðardygt og á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga við virðing fyri sambandinum millum plantu og dýrasløg og meingi teirra, til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið.
Lærugreinin tilfeingisfrøði er heimilað í tí veruleika, at føroyskir skúlaungdómar skulu hava møguleika at fáa kunnleika til kanningar og granskingarúrslit hjá føroyskum granskarum innan náttúrutilfeingi, so tey gerast før fyri at hava eina grundaða støðutakan til samfelagslig viðurskifti, sum eisini fara at hava týdning fyri komandi ættarlið. Grundstøðið má vera, at vit hava ábyrgdina av at varðveita øll sløg og øll búøki hjá livandi verum. Talan er bæði um alheimsliga og staðbundna ábyrgd, sum hvílir á bæði vinnulig, fagurfrøðilig og siðfrøðilig sjónarmið.
Undirvísingin í tilfeingisfrøði á B-stigi fevnir um 330 klokkutímar.
Alisfrøði C
Alisfrøði er um okkara royndir at skilja heimin á ein skipaðan hátt gjøgnum hypotesur, royndir og eygleiðing. Alisfrøði er okkara roynd at gera yvirskipaðar tulkingar og frágreiðingar av hugtøkum og tilgongdum í náttúru og í sambandi við tøkni.
Fakið er ítøkiligt og verkligt, og tað tekur støði í tí, vit uppliva rundan um okkum. Í fakinunum verða royndir gjørdar, og ástøðiligi parturin verður høgt raðfestur. Dentur verður lagdur á at nýta fakligar myndlar, hugtøk og arbeiðshættir.
Lærugreinin gevur næminginum førleikar at skilja tann náttúruvísindiliga arbeiðsháttin og síggja leiklutin hjá náttúrufrøðini sum týðandi part av okkara heimsfatan.
Undirvísingin í alisfrøði á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.
Ítróttur og heilsa C
Aðaltátturin í lærugreinini ítrótti og heilsu er at fremja kropsliga íðkan og at læra um tann týdning, ítróttur og heilsa hava fyri hin einstaka, samfelagið og okkara mentan. Við at læra ítróttarkynstur verður rørslugleðin sett í hásæti, eins og ymiskir rørslumøguleikar verða royndir. Ástøðilig vitan frá náttúru-, heilsu- og samfelagsvísindum, umframt hinum hugvísindaligu økjunum verður tikin við í undirvísingina.
Gjøgnum fjøltáttaða undirvísing verða næmingarnir kropsliga væl fyri og læra grundleggjandi ítróttarligt hegni og gera sær royndir við kropsligum rørslumøguleikum. Við at sameina íðkan og ástøðiliga vitan lærir næmingurin um, hvønn týdning tað hevur at vera væl fyri kropsliga. Næmingurin verður stuðlaður í at menna sín kropsliga samleika og síni samstarvsevni. Næmingurin verður gjøgnum rørslugleði eggjaður til framhaldandi kropsligt virkni og ein virknan lívsstíl.
Undirvísingin í ítrótti og heilsu á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.
Lestrarmenning
Lestrarmenning er ein samanrenning millum fakøkini lestrartøkni, lestrarvegleiðing og tey 3 høvuðsfakøkini náttúruvísindi, hugvísindi og samfelagsvísindi. Lestrarmenning skal fyrireika næmingin til lesturin.
Lestrarmenningin miðar ímóti, at næmingurin gerst førur fyri at lesa og granska í lestrartíðini, so at hann megnar at fremja útbúgvingina innan ásettu tíðarkarmar.
Lestrarmenning skal gjøgnum fyrsta skúlaár á miðnámi stimbra til sjálvsvirkni og treysti og gera næmingin tilvitaðan um læringshættir, egna læring, læringstørv og krøv til miðnámslestur. Harafturat skal lestrarmenning stuðla uppundir floksmentan, næmingaleiklutir, sjálvstøðugt arbeiði eins og bólkaarbeiði og tvørfakligt arbeiði. Tey trý høvuðsfakøkini skulu vera umboðað í undirvísingini við denti á arbeiðshættir í einstøku lærugreinunum.
Undirvísingin í lestrarmenning fevnir um 25 klokkutímar fyrsta skúlaár.
Samfelagsfrøði C
Lærugreinin samfelagsfrøði snýr seg um føroysk og altjóða samfelagsviðurskifti, og tekur fram týðandi tættir, sum viðgera tann týdning, ið mentanarlig, búskaparlig og tøknilig menning hevur á samfelagsgongdina. Við sannroyndum og ástøðiligum verkevnum framleiðir lærugreinin vitan um virknar og fjølltýddar máttir, sum ávirka samfelagsmenningina í Føroyum, kring okkum og alheimsliga. Við at knýta sosial, búskaparlig og politisk hugtøk at samfelagsligu gongdini, styrkir lærugreinin grundarlagið undir dygdarbetri støðutakan og virkisføri.
Undirvísingin í samfelagsfrøði á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.
Søga C
Søga snýr seg um, hvussu fólk hava livað saman, og hvussu tey hava virkað í mun til samfelag og náttúru frá fornøld til í dag. Søga gevur vitan um hendingar og menningargongdir og um, hvussu viðurskifti hanga saman. Søga er við til at skapa ein felags uppruna fyri menningina av samleika og tilviti. Kjarnin í søgu er at tulka tær slóðir, sum søguliga gongdin hevur lagt eftir seg, og hvussu tulkingar av søguni verða nýttar. Søga er bæði ein hugvísindalig og ein samfelagsfaklig lærugrein.
Undirvísingin í søgu á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.
Samskiftistøkni C
Lærugreinin fevnir umframt sniðgeving um tøkniligu og samskiftisligu tættirnar av KST-grundaðum samskifti. Arbeitt verður við talgildari kunningar- og samskiftistøkni og komið verður inn á samvirkis- og samskiftisvandamáli. Lærugreinin viðger ymiskar samskiftishættir so sum ljóð, myndir, tekst og talu og samansetingar av hesum.
Aðaltátturin er samanspælið millum framleiðara og brúkara, og ráðlegging og útinning av samskiftisuppgávum taka støði í hesum.
Samskiftistøkni sameinir ástøðiligar, greinandi og nýtsluvendar tættir í verkliga partinum av samskiftisuppgávum, og lærugreinin mennir ein KT-grundaðan samskiftisførleika í samspæli við onnur lærugreinaøki.
Undirvísingin í samskiftistøkni á C-stigi fevnir um er 75 klokkutímar.
Fyrsta árið er ongin vallærugrein á tímatalvuni.
Annað árið er ein vallærugrein á C-stigi, umframt danskt A.
Síðsta árið velja næmingarnir, soleiðis at tey hava í minsta lagi 3 A-stig og 4 B-stig, tá ið útbúgvingin er lokin. Tey flestu velja eitt A-stig og 1 B-stig.
Enskt A
Lærugreinin enskt A snýr seg um enskt mál, enskmælta mentan og alheims viðurskifti. Enskt er altjóða samskiftismál og týðandi liður í alheimsgerðini.
Enskt mál og ensk mentan eru partur av føroyskari og altjóða vesturheimsmentan, og tí gevur enskt eina smidligari atgongd til onnur mál og aðrar mentanir nær og fjar, umframt at tað styrkir fatanina av, at vit eru partur av altjóðasamfelagnum.
Í millumtjóða samskifti er enskt mál tað ráðandi málið. Tí er umráðandi at læra enskt og teir læringarhættir, ið gera okkum før fyri at samskifta á enskum. Soleiðis kunnu vit fáa innlit í okkara egna mál og í onnur mál, alheims bókmentir, vísindi og fagrar listir.
Í lærugreinini verður tosað og skrivað á enskum, og ástøðilig vitan um kjarnaøkini í lærugreinini verður nýtt.
Enskt á A-stigi byggir á enskt á B-stigi, og undirvíst verður í 125 klokkutímar.
Lívfrøði A
Endamálið við undirvísingini í lívfrøði er, at næmingurin fær vitan og innlit í lívfrøðilig kjarnaøki, samstundis sum áhugi hansara fyri lívfrøðiligum spurningum í ymiskum samanhangum verður stimbraður.
Næmingurin skal við sínum arbeiði í lærugreinini menna ábyrgdarkenslu fyri sær sjálvum, øðrum livandi verum og burðardyggari menning. Næmingurin skal eisini læra at skilja sambandið millum lívfrøðiliga vitan og tað at brúka hana í sambandi við tøknilig og vinnulig viðurskifti.
Kjarnaøkini í lærugreinini á A-stigi eru lívevnafrøði, kyknulæra, lívvirkisføri, genetikk, smáverulívfrøði, vistfrøði og náttúruvísindaligir arbeiðshættir.
Harumframt verður undirvíst í týdninginum av lívfrøði, lívfrøði sum vísindafaki, molekylérlívfrøði, biotøkni, meginreglum fyri burðadyggari menning, og bioetiskum spurningum.
Undirvísingin í lívfrøði A er 250 klokkutímar.
Støddfrøði A
Lærugreinin støddfrøði er við til at menna tann støddfrøðiliga førleikan, sum samfelagið og tann einstaki krevja. Fyri at røkka hesum førleika mugu næmingarnir bæði arbeiða verkliga og ástøðiliga.
Undirvísingin skiftir ímillum kanningar, spæl, hugflog og at loysa uppgávur og ítøkiliga rokning. Í tøkni og sniðgeving og í gerandisdegnum annars er støddfrøðin eitt amboð. Í støddfrøðini í skúlanum verður arbeitt við meginhugtøk, hættir og samboVndini teirra millum.
Støddfrøði A byggir á undirvísingina í støddfrøði B.
Undirvísingin eggjar somuleiðis næminginum til at menna sínar royndir í fakinum og hugburð sín til støddfrøði, samstundis sum undirvísingin skal geva honum hollan, fakligan førleika, so at góðir lunnar verða lagdir undir lívlanga læring.
Undirvísingin í støddfrøði A er 125 klokkutímar.
Alisfrøði B
Endamálið við undirisingini í alisfrøði B er, at næmingurin fær grundleggjandi innlit í náttúruvísindaligar arbeiðshættir og alisfrøðisligan hugsanarhátt við denti á almenna mentan.
Næmingurin fær eina fatan av, hvussu myndlar kunnu nýtast sum amboð í sambandi við, at alisfrøðilig fyribrigdi og tilgongdir verða lýst kvalitativt og kvantitativt, umframt førleikar at nýta einfaldar myndlar at lýsa ymisk alisfrøðilig fyribrigdi.
Næmingurin ognar sær ítøkiliga vitan um náttúruvísindaligar tulkingar av heiminum kring hann.
Næmingurin evnar at lýsa og fremja einfaldar alisfrøðiligar royndir, m.a. at seta fram og falsifisera einfaldar hypotesur, og á tann hátt styrkja sína fatan av samspælinum, ið er millum praktiskar royndir og vísindalig ástøði.
Næmingurin arbeiðir við innihald og próvførslu í tøkni-náttúruvísingaligum tekstum, sum hann grundar yvir, við tí endamáli at ogna sær fakligar førleikar sjálvstøðugt at nýta alisfrøðisliga vitan og tøkni, og evnar at miðla hesa vitan til ávísan málbólk.
Næmingurin fær at síggja ítøkilig dømi um viðkomandi tøkni-náttúrufaklig greiðsluevni í sambandi við vísindi, menning og framleiðslu, har alisfrøðin hevur ein týðandi leiklut í sjálvari loysnini.
Undirvísingin í alisfrøði B er 200 klokkutímar yvir 2 ár.
Ítróttur B
Ítróttur á B-stigi snýr seg um kropsligt virkni og íðkan av ítróttargreinum. Kapping og kropslig avrik eru aðalmál. Hetta verður stuðlað av vitan frá náttúruvísindaliga, humanistiska og samfelagsvísindaliga økinum.
Ítróttarligt hegni gevur rørslugleði og stimbrar hugin at spenna seg út kropsliga. Lærugreinin gevur eisini innlit í, hvønn heilsufremjandi týdning íðkan hevur og eina fatan av, hvønn mentanarligan týdning, ítrótt hevur.
Ítróttur á B-stigi byggir á lokið C-stig í ítrótti og heilsu, og undirvíst verður í kropsligum virkni, fjølbroyttar ítróttagreinum og -virksemi, at fremja kropstamarhald og bóltførleika, umframt venjingar, sum fremja hugdýpan í tí ástøðiliga partinum av ítróttalærugreinini.
Átøðiliga verður undirvíst í náttúru- og heilsuvísindaligum, umframt humanistiskum og samfelagsvísindaligum ástøði og háttalag um venjing, lívsstíl og ítróttavanar og ítróttir, sum leggja dent á samstarv og etikk og at menna sjálvsálit.
Undirvísingin í ítrótti B er 125 klokkutímar.
Dansk A
Danskt er fyrsta fremmandamálið í føroyska skúlaverkinum. Saman við móðurmálinum leggur danskt tí lunnar undir eina breiðari málfatan, sum næmingarnir menna við at skyna á líkleikum og munum millum ymisk mál. At duga fleiri mál er eitt týðandi tilfeingi, bæði persónliga, útbúgvingarliga og samfelagsliga.
Danskt mál og donsk mentan hava stóran leiklut í føroyska samfelagnum, bæði søguliga og mentanarliga, og harvið eisini týdning fyri mentanarfatan, samskifti, albúgving og samleikamenning hjá næmingunum.
Eins og føroyskt er danskt partur av norðurlendskari mentan, og saman við føroyskum gevur danskt næmingunum betri innlit í onnur norðurlendsk mál og eina felags norðurlendska mentanarfatan, sum fremur ein norðurlendskan samleika.
Kjarnin í lærugreinini byggir á eitt breitt úrval av donskum tekstum, bæði munnligum, skrivligum og margháttaðum, har samspæl er millum skrift, ljóð og mynd.
Religión C
Lærugreinin átrúnaður lýsir, greinar, tulkar og metir um átrúnað, trúarspeki, lívsfatanir, siðfrøði og lívsspurningar, sum mynda hin einstaka og samfelagið í søguligum og nútíðar høpi. Lærugreinin stuðlar eisini næmingunum at skilja egnan samleika og søgu, átrúnaðarligan og sosialan felagsskap umframt heimsátrúnað og mentan.
Átrúnaður, trúarspeki, lívsáskoðanir, siðfrøði og lívsspurningar spretta av lívskorum og upplivingum hjá menniskjum í lívi og deyða, gleði og sorg, njóting og líðing, í longsli og leitan eftir meining, endamáli og innihaldi í tilveruni. Átrúnaður stavar eisini frá tí ásannan, at lívið er virðismikið og heilagt, og tí má livast við ábyrgd. Átrúnaður lýsir og tulkar harumframt grundupplivingina og kensluna av, at náttúran og menniskjað eru partur av guddómligum, skapandi mátti, sum ber alheimin, og sum gevur tilveruni lívsdygd. Hesa fatan, uppliving og kenslu gevur menniskjað til kennar á fjølbroyttan hátt, bæði hugvísindaliga og átrúnaðarliga:
- átrúnaðarliga í skipaðari orðing av trúgv, trúarlæru, lívsfatan og heildartulking av tilveruni
- symbolskt á myndamáli í frumsøgum og lívssøgum
- eksistentielt og filosofiskt í tilverutulking, trúarspeki, lívsáskoðan og lívsavgerðum
- siðfrøðiliga í siðalæru og atferð
- rituelt í súmbolskari atferð
- sálarfrøðiliga og fenomenologiskt í leitan eftir meining, endamáli og lívsinnihaldi í tilveruni
- kensluliga í átrúnaðarligum upplivingum, t.d. bøn, meditatión, tónleiki, sangi og mystikki
- samfelagsliga í átrúnaðarligum og sosialum felagsskapi
- materielt við halgistøðum, kirkjum, samkomuhúsum, høggmyndum, myndlist, súmbolum, filmi, leiklist og aðrari skapandi list.
Átrúnaður er á henda hátt ein heildartulking av menniskjans tilveru.
Átrúnaður, trúarspeki, lívsáskoðanir, siðfrøði og lívsspurningar umboða sostatt eisini eksistentiellan lívsmøguleika og lívshátt, sum eyðkennir menniskjað, og sum lærugreinin viðger.
Undirvísingin í átrúnaði á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.
Á Miðnámi í Vestmanna verður arbeitt við seks stórum uppgávum ígjøgnum 3 ár, har næmingarnir antin sum einstaklingar ella í bólkum fáa møguleika at hugsavna seg um ymisk spennandi evnir. Høvuðsendamálið við øllum uppgávunum er at læra at granska eitt evni og at fáa boðskapin um evnið út til lesaran.
1. árið verður ein støðisritgerð skrivað. Hetta er ein einsæris uppgáva, ið verður skrivað um eitt evni, sum skúlin velur.
Í 2. flokki skriva næmingarnir breytaruppgávu á 6-10 síður. Næmingarnir skriva uppgávuna hvør sær, í tveimum lærugreinum, og uppgávan er ein liður í at fyrireika seg til breytarverkætlanina 2. árið.
3. árið skriva næmingarnar eina eina breytarverkætlan, sum er 15-20 síður. Verkætlanin verður skrivað einsæris og verður vanliga skrivað í tveimum lærugreinum.
Harumframt skriva næmingarnir á Miðnámi í Vestmanna, í lærugreinini Tilfeingi A í 3. flokki, tríggjar størri uppgávur, har tann triðja er ein próvtøkuverkætlan.
Próvtøkur á Tilfeingisbreytini verða skipaðar eftir nærri ásetingum frá Mentamálaráðnum. Talið av próvtøkum er í minsta lagi 8. Harafturat kemur breytarverkætlanin, ið telur sum ein próvtøka.
Hevur næmingur eina ella tvær eyka lærugreinar á A-stigi, verður samlaða talið av próvtøkum ávikavist 9 ella 10, breytarverkætlanin ikki íroknað.
Tann einstaki næmingurin í 3 ára breytaskipanini skal í minsta lagi hava 3 skrivligar próvtøkur og í minsta lagi 3 munnligar próvtøkur.
Næmingar á tilfeingisbreytini skulu altíð upp í tilfeingi A, og verkætlanin telur sum ein skrivlig próvtøka.
Treytin fyri upptøku á tilfeingisbreytini er:
- at tú hevur fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hevur samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni
- at tú hevur lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og støddfrøði
- at tú hevur lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út
- at tú hevur havt undirvísing í alisfrøði í í minsta lagi 2 ár
- Næmingar, sum hava lokið oman fyri nevndu royndir við nóg góðum úrsliti, kunnu søkja um upptøku á tilfeingisbreytini.
Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting – møguliga ein faklig upptøkuroynd – og taka støðu út frá henni.
Søk um upptøku á www.innskriving.fo. Umsóknarfreistin er 15. mars.
Lóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar:
https://logir.fo/Logtingslog/62-fra-15-05-2012-fra-gymnasialar-midnamsutbugvingar
Undirvísingarkunngerðin:
http://www.logir.fo/Kunngerd/9-fra-22-01-2013-um-gymnasialar-midnamsutbugvingar
Próvtøkukunngerðin:
http://www.logir.fo/Kunngerd/8-fra-22-01-2013-um-provtokur-i-midnamsutbugvingunum
Upptøkukunngerðin:
http://www.logir.fo/Kunngerd/7-fra-22-01-2013-um-upptoku-i-gymnasialu-midnamsutbugvingarnar
Yrkis miðnám og gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar kunnu verða tiknar sum sjálvlestur.
Sjálvlesandi fáa tilboð um fakliga vegleiðing, antin sum einstaklingur ella í bólki.
Innskrivingarskipanin er opin frá 1. oktober til 15. mars. Tá tú hevur innskrivað teg til próvtøku sum sjálvlesandi, fært tú innan 14 dagar ein teldupost sendandi um innskriving, próvtøkugrundarlag og próvhoyrara.
Leinkja til innskriving.fo
Yrkis miðnám og gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar kunnu verða tiknar sum stakgreinalestur.
Stakgreinalesandi fylgja undirvísingini eftir somu treytum sum onnur lesandi. Tey fylgja undirvísingini í flokkum ella valbólkum, sum longu eru settir á stovn á útbúgvingarstovninum.
Upptøka til stakgreinalestur er treytað av, at undirvíst verður í lærugreinini, og at pláss er.
Umsóknarfreistin er 15. mars. Til ber tó at senda umsókn um stakgreinalestur fram til skúlaársbyrjan í august. Umsóknarblaðið skal latast skúlanum saman við avriti av prógvi og dóps- ella navnabrævi.